Hart kroysti EBH Bank heimahoyrandi í Fjerritslev er nú yvirtikin umvegis statsliga avviklingsfelagið fyri neyðstaddar bankar. Dóttirfelagið hjá avviklingsfelagnum – Bankpartabrævafelagið av 21. november 2008 A/S undir stovnan – hevur undirskrivað treytaðu yvirtøkuavtaluna.
Eftir yvirtøkuna fær dóttirbankin hjá avviklingsfelagnum navnið EBH Bank av 2008 A/S. Nevndin er vald á aðalfundinum: Jørn Astrup Hansen (formaður), Michael Meyer (næstformaður), Erik Fosgrau og Visti Nielsen. Seinast nevndi virkar hartil sum fyribils stjóri, til ein nýggjur verður valdur.
Formaðurin fyri avviklingsfelagnum, Henning Kruse Petersen, er fegin um, at nevndin hevur viljað tikið uppgávuna á seg.
Allir privatkundar, vinnukundar og fíggjarligir íleggjarar hjá EBH Bank hava fulla trygd fyri teirra pengum. Akrionerarnir hinvegin mugu síggja í eyguni, at teirra pengar eru farnir, sigur hann í einum tíðindaskrivi.
EBH Banki er insolventur og manglar eina hálva milliard krónur. Fíggjareftirlitið gav fríggjadagin bankanum eina freist til komandi fríggjadag, 28. november, til at seta trygd fyri, at bankin er solventur, skrivar Business.dk