Kreppupakkin hjá samgonguni er forkastiligur

Ætlaði kreppupakkin hjá samgonguni er ?eg ein stóran og tú ein lítlan? -politikkur, tá ið hann er ringastu, staðfestir Heðin Mortensen, sum er borgarstjóri í Havn, formaður fyri Kommunusamskipan Føroya

Ætlaði kreppupakkin hjá landsstýrinum hevur fingið mangt høggið út yvir seg og nú er eisini Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya, farin at sveiggja øksina.

Ì eini grein, sum verður prentað í Sosialinum í morgin, staðfestir hann, at eftir tí, sum er komið fram um kreppupakkin, skal landið hava størri inntøkur og ein partur av hesum skal takast frá kommununum.

Eitt nú er ætlanin, at landið skal hava ein størri part av partafelagsskattinum og kommunurnar ein minni part, enn nú og annars skal Strandferðslan hereftir ikki betala havnargjald.

- Verður hetta framt í verki, er tað veruliga ein ítøkilig roynd at smyrja kreppuna upp á kommunurnar, sum frammanundan allar kenna sviðan av henni minst líka væl sum landsstýrið.

Heðin Mortensen staðfestir, at er hetta veruliga innihaldið í sokallaða kreppupakkanum, er talan um einki minni enn forkastiligan politikk, ið kemur at gera støðuna hjá kommununum munandi verri, bara tí pyntast skal upp á hallið hjá landinum.

- Hetta er harmiligt, tí sleppur landið væl frá at taka frá kommununum, uttan at vit seta okkum greitt ímóti tí, kann tað verða so skjótt, at landsstýrið tulkar tað sum grønt ljós til at taka tvey prosent afturat, so skjótt sum hallið hjá landinum bara er nóg ljótt.

Og hann leggur afturat, at samhaldsfesti er ikki til at fáa eyga á tí hetta er »eg ein stóran, tú ein lítlan«-politikkur, tá hann er ringastur.