avtøka
Kommunali Láns- og Veðhaldsgrunnurin verður nú tikin av.
Stýrið fyri grunnin samtykti á fundi fyrrapartin at mæla landsstýrismanninum í innlendismálum til at taka av grunnin.
Samtyktin er grundað á løgtingslógina um Kommunala Láns- og Veðhaldsgrunnin frá 20. mars 2000.
Sambært lógini kann landsstýrismaðurin við kunngerð taka grunnin av, um hann metir, at grundarlag ikki longur er fyri felags fígging av kommunuskuld.
Eftir stýrisfundin handaði stýrið Jógvani við Keldu landsstýrismanni áheitanina um at taka av grunnin.
Verður grunnurin tikin av, fáa kommunurnar útgoldið fæið í grunninum, sum er uppá slakar 56 milj. kr. tilsamans.
Lógin um Kommunala Láns- og Veðhaldsgrunnin sigur, at í seinasta lagi 1. desember 2005 - ella fimm ár eftir, at avtala um framhaldandi felags fígging er gjørd - fáa kommunurnar útgoldið fæið, sum tá er í grunninum.
Útgoldið verður til hvørja kommunu í lutfallinum: Samlað inngjald frádrigið avskrivingar, frádrigið samlað áður útgoldið býtt við inngjaldi frá kommunu frádrigið áður útgoldið til kommunu.
Á fundinum í Tinganesi fyrrapartin játtaði landsstýrismaðurin í innlendismálum at ganga áheitanini frá stýrinum á møti, soleiðis at Kommunali Láns- og Veðhaldsgrunnurin verður tikin av í seinasta lagi 1. desember í ár.