Tað sum veruliga setti eld í var ein kronikkur, sum nýggi fíggjarmálaráharrin loyvdi sær at skriva,
hann vísti á ymisk tiltøk, ið kundi tálma ovurhitaða búskapin. Tað mesta av tí, sum Laksafoss skrivaði, vóru hugsanir, ið hann hevði áðrenn hann grørdist landsstýrismaður.
Magni Laksafoss fekk nógvar ákoyringar fyri soleiðis at leggja sínar hugsanir alment fram, og hesar ákoyringar tykjast ikki at fáa nakran enda. Men tað løgna í hesum ákærunum er, at tú altíð hevur kensluna av, at tey sum knarra als ikki hava lisið tað sum Magni hevur skrivað.
Birgir Mohr skrivar, at Samandsflokkurin nú loypir frá samgonguavtaluni um Sandoyartunnilin, sera løgin niðurstøða – nær og hvar hevur Sambandsflokkurin brotið gjørdu avtalu um Sandoyartunnilin? Birgir átti at vitað, at ein landsstýrismaður als ikki kann broyta nakað í samgonguskjalinum uttan løgtingsins góðkenning, og í løgtinginum hevur landsstýrismaðurin ikki atkvøðuætt.
Ein annar kórlimur er John Johannessen, hann mælir Kaj Leo Johannesen til at lurta eftir sínum egnu orðum um, at Sambandsflokkurin altíð heldur gjørdar avtalur. Eisini sera løgin niðurstøða, hvussu kunnu hugsanir hjá einum landstýrismanni vera brot á gjørdar avtalur? Sum tosað verður, skuldi ein næstan trú, at samgongan hevur eitt loyniligt skjal, sum sigur, at ávísir landsstýrismenn ikki mega hugsa, tá talan er um at gera oppskot til raðfestingar um tiltøk, sum ætlanin er at gera?
Innslagið í Degi & Viku fríggjakvøldið hin 31. august var ein syrgiligur sjónleikur um politiskar gitingar. Tinglimur og landsstýrislimur greiða frá, og sagt verður at ónevndir tinglimir meina nakað tað sama, meðan Magni Laksafoss hevur eina heilt aðra frágreiðing – men hvør sigur sannleikan?
Kreppukórið hevði leitað sær hjálp hjá Hermanni Oskarssini, sum kundi geva Magna eitt prik við at siga, at vit ikki hava ovurhitaðan búskap. Spell at kreppukórið ikki tordi at seta sama spurning til formannin í búskaparránum Jørn Astrup Hansen, sum hinvegin metir, at vit júst hava ein ovurhitaðan búskap, ið eigur at tálmast.
Eingin samgonga við slíkum kreppukóri hevur lív lagað.










