Jógvan Jensen er leiðari fyri Tilbúgvingarstovuni, sum veitir kreppuhjálp til tey avvarðandi í slíkum førum sum ferðsluvanlukkan í Oyndarfirði.
- Tað fer fram á tann hátt, at politiið setur seg í samband við okkum, og síðani tosa vit við tey avvarðandi og greiða teimum frá, hvørjar møguleikar tey hava, sigur Jógvan Jensen.
Teir fyrstu dagarnir eru fólk jú skelkað, og hugsa ikki heilt greitt, hvat tey skulu gera.
- Tað verður so mett um, hvørt fólk hava brúk fyri sálarligari hjálp, og sum í førinum við ferðsluvanlukkuni eru tey avvarðandi heilt greitt innan fyri tað kriterii, sum stendur í sáttmálanum millum Heilsumálaráðið og Tilbúgvingarstovuna, sigur Jógvan Jensen.
Fyrsta døgnið og kanska næsta eru fólk ofta farin í svart, men byrja síðani at fungera so smátt aftur.
- Tað eru helst tey flestu, sum hava tað upp á tann mátan, men tað eru eisini tey, sum ongantíð koma víðari og als ikki fungera í gerandisdegnum, sigur Jógvan Jensen.
Hann váttar, at Tilbúgvingarstovnurin hevur verið í samband við tey avvarðandi hjá teimum báðum dreingjunum.
- Vit hjava greitt teimum frá, hvørjar møguleikar tey hava, og hvørja hjálp tey kunnu fáa, sigur Jógvan Jensen.