Kreppuhjálp kann gerða kreppuna verri

Tað eru skjótt 10 ár síðani, at granskarar gjørdust varugur við, at kreppuhjálp kann gera skaða. Ávaringar hava síðani ljóðað um allan heim uttan, at mynduleikar hava gjørt nakað stórvegis við hetta.

Jákup Petersen, yvirlækni

Vit hoyra javnan, hvussu myndugleikar eftir vanlukku greiða frá, at avvarðandi hava fingið kreppuhjálp. Tey flestu eru tó ikki vitandi um, at tá kerppuhjálpin virkar sum best, so er hon ongin hjálp. Og at tað við fleiri kanningum er komið fram, at kreppuhjálp kann hava óheppið árin á fólk.
Professari í kliniskari psykologi við universitetið í Queensland, Justin Kennardy, tekur í British Medical Journal (BMJ 2000;321:1032-1033 (28 oktobur) samanum, hvat granskingin er komin fram til tá.
Vanliga rópa vit kreppujhálp (psykologisk debriefing) tað fyribrigdið har fólk, sum hava verið við til hendingar har teirra lív og liviháttur ella lívið og lívsgrundarlagið hjá øðrum hevur verið í vanda. Tað at hesi fólk fáa skjóta hjálp frá psykologi ella líknandi fyri at koma seg yvir hendingina. Tað er sera ymiskt, hvørjar metodir verða brúktar í hesum sambandi, og er tað ikki óvanligt, at samrøðan varðar 1 – 3 tímar (1,2).
Í 1995 metir Raphael og starvsfelagar hansara, at tað er stórur tørvur á álítandi kanningum á hesum øki (3). Sum tað seinri skuldi vísa seg, so vóru tíðindini ikki góð fyri kreppuhjálp.
Cochrane ger í 1999 eina samanstilling av 8 kanningum á økinum og kundi ikki finna nakra nyttu av kreppuhjálp í heila tikið (4). Høvundarnir mæla til, at hildið verður uppat við kreppuhjálp. Hetta ikki minst tí tað vísti seg, at kreppuhjálp kundi hava skaðiligt árin á summi fólk. Somu niðurstøðu kemur Small og starvsfelagar hansara til í eini sera stórari kanning av kreppuhjálp í samband við føðingar (5). Eisini í hesi kanning kemur fram, at kreppuhjálpin kann gera beinleiðis skaða.
Tað sum harafturat ørkymlar er, at tað eru fleiri háttir av kreppuhjálp, og at hesir verða tiknir í nýtslu uttan at neyðug kanning er gjørd av nyttuni. Hetta er so mikið meira álvarsligt, eftirsum kreppuhjálp higartil hevur havt so vánalig úrslit og harafturat kann skaða fólk.
Tað er ongin greið frágreiðing, hví hetta er so. Vanliga gongur tað ein tíð hjá fólki at koma seg sálarliga eftir vanlukkur, skaðar, vandar o. t. Hetta er tengt at, hvussu tað einstaka menniskjað er fyri sálarliga, um tað hevur familiu og vinir, og so sjálvandi hvat er hent.
Tað er nógv sum bendir á, at kreppuhjálp bendir hesa náttúrligu gongd inn á nakað meira sjúkligt (5,6). Fyri at nytta skal verða í kreppuhjálp skal hon í minsta lagi stytta um tíðina til fólk koma fyri seg aftur. Nógvar kanningar vísa sostatt, at hon hevur lyndi til at longja um tíðina, og at tað harafturat tykist sum um sjúklingar koma seinri til viðgerðar fyri sínar langtíðar sálarligu trupuleikar av kreppuni.
Sjálvandi eru hesi viðurskifti kend, eisini millum læknar í Danmark. Danska Ugeskrift for Læger hevur í fleiri førum umrøtt trupulleikan og ræður frá at brúka kreppuhjálp á sjúkrahúsum. Tað at stovnar og fyritøkur brúka kreppuhjálp er ikki nakað sum læknar kunnu leggja seg í. Hesir stovnar meta seg óiva standa betri í fólksins eygum, tí teir gera “nakað”. Hinvegin so kunnu læknar bert arbeiða við vísindaligum góðkendum metodum, og tað er kreppuhjálp ikki.
Í Ugeskrift for Læger 2006; 168 (47):4077 tekur Professur Tage Søndergaard Kristensen harðliga til orðana móti teimum sokallaðu kanningum, sum siga, at kreppuhjálp nyttar. Hesar kanningar standa ikki vísindaligt mát. Hann vísir í hesum sambandi til kanningina hjá Lander og starvsfeløgum (7), sum viðgera stresstrupulleikan, at gera hann til sjúku. Hann vísir annars til kanningarnar frá Cochrane-reviews og aðrar sum klárt prógva, at kreppuhjálp er nyttuleys og tíverri kann gera skaða (8).
Her kann eg leggja afturat kanningina hjá Sijbrandij M og starvsfelagar í British Journal of Psychiatry í 2006 (9) har teir hyggja eftir tí sokallaða Post-Traumatic-Stress-Disorder (PTSD), ella við øðrum orðum sálarligir trupulleikar eftir skaðar, vanlukkur o.t. Her vísti tað seg, at tann bólkurin sum hevðið fingið kreppuhjálp varð verri fyri sálarliga (PTSD) 6 mánaðir eftir kreppuna, enn tann bólkurin sum ikki hevðið fingið kreppuhjálp.
Hetta svarar jú eisini væl til aðrar vísindaligar kanningar, eitt nú Aulagnier M og starvsfelagar (10). Hann ger ta niðurstøðu, at kreppuhjálp setur forðingar fyri náttúrligu sálarligu lekingini eftir kreppu. Harafturat hesum kemur hann til somu niðurstøðu sum Sijbrandij og fleiri aðrir, at kreppuhjálp førir til, at vit seint finna tey sum hava varðandi sálartrupulleikar, og sostatt gerast tey torførari at viðgera. Harafturat kemur eisini hann til ta niðurstøðu sum so mangir aðrir granskarar eru komnir við, at kreppuhjálp í besta lagi er nyttuleys.
Sum læknar kunnu vit tí ikki góðtaka kreppuhjálp sum viðgerðartilboð. At aðrir stovnar og virki brúka kreppuhjálp kunnu vit ikki gera so nógv við. Í besta lagi er tað spiltur peningur, og tá illa vil til, kann tað verða skaðiligt.

Kennardy JA, Webster RA, Lewin TJ, Carr VJ, Hazell PL, Stress debriefing and patterns of recovery following a natural disaster. J Trauma Stress 1996;9:27-49
Bisson J, Jenkins P, Alexander J, Bannister C. Randomised controlled trial of psychological debriefing for victims of acute burn trauma. Br. J Psychiatry 1997; 171: 78-81
Raphael B, Meldrum L, McFarlane A, Does debriefing after psychological traum work? BMJ 1995; 310: 1479 – 1480.
Wessely S, Rose S, Bisson J. A systematic review of brief psychological intervention (“debriefing”) for the treatment of immidiate trauma-released symptomes and the prevention og post traumatic stress sisorder. Cochrane Library. Issue 4. Oxford. 1999.
Small R, Lumley J, Donohue L, Potter A, Waldenstrøm U. Randomised controlled trial of midwife led debriefing to reduce maternal depression after operative childbirth. BMJ 2000: 321: 1043 – 1047.
Carr VJ, Lewin TJ, Webster RA, Kenardy JA . A syntesis of the findings from the quake impact study: a two year investigation of the psychological sequela of the 1989 Newcastle earthquake. Int J Soc Psychiatry Epidemilol 1997; 32: 123 – 136.
Lander F, Friche C, Knudsen H. Stressbehandling, sygefravær og arbejdsfastholdelse. Ugeskrift for Læger 2006;168:4091-4.
Rose S, Bisson J, Wesseley S. Psychological debriefing for preventing post traumatic stress disorder (PTSD) (Cochrane Review). I: The Cochrane Library, Issue 2. Oxford: Update Software, 2002.
Sijbrandij M, Olff M, Reitsma JB, Carlier IV, Gersons BP. Emotional or educational debriefing after psycological trauma. Randomised controlled trial. Br. J Psychiatry 2006 Aug:189:150-5.
Aulagnier M, Verger P, Rouillon F. Efficiency of psychological debriefing in preventing post-traumatic stress disorders. Rev. Epidemiol. Sante Publique, 2004 Feb;52(1):67-79.




Tórshavn 21. Jan 2007