Tað nýggjasta um sparingarnar: Beint áðrenn blaðið fór til prentingar var fundurin millum deildarleiðarar á Landssjúkrahúsinum og ovastu leiðsluna liðugur.
Fundurin skuldi vera klokkan 13 í gjár. Endamálið við honum var m. a. at seta nøvn á tær 20-27 ætlaðu uppsagnirnrar.
Men so langt kom tað ikki. Partarnir samdust um at útseta málið, tó verða nakrar sparingar settar í verk. Tær sparingarnar eru sum ætlað at sjúkraflutningstænasta, vekslarin og húsavørðurin verða løgd saman.
Hetta sparir fýra fólk.
Somuleiðis verða sparingarnar á snikkaraverkstaðnum og maskinverkstaðnum settar í verk.
Hetta sparir seks fólk.
Men hini 10-17 fólkini verða ikki uppsøgd enn. 12 sjúkrasystrar, báðir laborantarnir og sjúkraflutningstænastan í Eysturoynni verða ikki uppsøgd enn.
Partarnir eru samdir um at bíða við málinum til nýggi sjúkrarøktarstjórin tekur við starvinum 1. apríl. Tá verður málið viðgjørt av nýggjum.