Kreppan rakar íslendingin á gøtuni

Nógva tosið um fíggjarkreppu í Íslandi, sæst ikki beinleiðis á íslendinginum á gøtuni. Men uttanfyri deildina hjá Landsbankanum í sølumiðstøðini »Smáralind« í Kópavógi var kreppan bæði til at føla og merkja

Reykjavík: Hann situr har á beinkinum og bíðar. Andlit hansara er spent, bæði so og so, tí henda seinnapartin fríggjadagin í farnu viku er altjóða búskaparkreppan komin til hansara:

Hann er spentur sálarliga, tí spurningurin er um hini, frammanfyri í køini fara at taka allan peningin út undan honum. Og tað ringasta fyri hann man kortini vera tað, at Hann hevur hoyrt at bankarnir hótta við at avmarka úttøkuna av peningi fyri hvørt viðskiftafólkið.

Hann er spent likamliga, tí andlitsbrá hansara sigur týðiliga og greitt, at hetta er ein álvarsom stund.

Og Hann er somuleiðis spent sosialt, tí Hann enn ikki veit, hvussu búskaparliga kreppan fer at raka hann og familju hansara. Bara hann sleppur framat diskinum, áðrenn bankin letur aftur klokkan 21!

Tað eru tíbetur enn nakrir tímar til handlarnir í miðstøðini lata aftur, men hetta hevur neyvan, fyri ikki at siga als ikki, hansara áhuga.

Hóast nakað av fólki eru í handlunum nú vikuskiftið stendur fyri framman, er størsta køin av fólki kortini uttanfyri deildina hjá Landsbankanum seinnapartin fríggjadagin. Tíbetur fyri hann og hini fólkini í somu ørindum, letur bankin ikki aftur beinanvegin.

Í hondini hevur hann eina rúgvu av pappírum, sum hann hevur fylt út frammanundan. Í barmi hansara er bert eittans ynski: - Eg má og skal bjarga pengum mínum í Landsbankanum!

Hann má brynja seg við toli, tí frammanfyri hann standa minst 50 onnur og aftanfyri hann uppaftur onnur og bíða við sama óttanum og bivanum.


Menningarland í nútíðini

Hesar seinastu dagarnar hava vit hoyrt um fíggjarkreppuna úti í heimi, og um tær avleiðingar Hann kann fáa fyri okkara lítla samfelag.

Í grannalandi okkara í útnorðuri, Íslandi, ger kreppan seg longu galdandi í ógvusligan mun. Ein banki fór nærum av knóranum í farna mánaði, men varð bjargaður í síðstu løtu av íslendsku stjórnini. Og kanska stendur tann næsti bankin fyri skotum í næstum.

Hetta vikuskiftið hevur verið merkt av teimum somu negativu tíðindunum um, hvussu illa tað stendur til, og hvussu nær Ísland sjálvt er fyri at fara av knóranum: Ov nógv er lænt, og ov lítið er at gjalda lánini aftur fyri!

Úrslitið av hesum er, at krónan er fallin og fellur enn við sama lag. Ein ávísan dag í farnu viku fall krónan við fimm prosentum, og eftir tíðindasendingina á middegi hósdagin í farnu viku, kundi upplesarin bara staðfesta, at krónan var fallin heili tvey prosent, bara meðan hann hevði lisið tíðindini!

Tað er tí ikki uttan orsøk, at Ísland í hesum døgum ikki stendur væl í metum hjá teimum sum kenna til og fáast við tjóðskaparligan og altjóða búskap. Ja, landið verður í dag meiri mett sum eitt menningarland, enn eitt nútíðarsamfelag í 21. øld.

Sagt verður, at støðan er so ring, at bert lond sum Turkmenistan og Zimbabwe hava ein verri valuta enn Ísland, har krónan hetta seinasta árið er fallin 45 prosent mótvegis evruni.

Fólk, sum hava tikið upp lán í íslendskum peningastovnum, kunnu nærum bert sita hendur í favn og við sorg staðfesta, at lánið er vaksið til tað dupulta, samstundis sum peningurin at gjalda tað aftur við er minkaður niður í einki.



Spøkir aftur

Maðurin uttanfyri deildina hjá Landsbankanum í Smáralind var bert ein av mongum sum henda dagin høvdu leitað sær í bankan við einum í huga.

Við pappírunum í hond ætlaði hann at taka allan peningin út, og síðani flyta hann yvir í tann meiri trygga bankan Glitnir. Og hetta ætlaðu helst øll hini í køini frammanfyri og aftanfyri uttan iva eisini.

Nógv teirra vóru farin vælklødd úr nýggju og snotuligu íbúðum sínum og farin í bankan í stóru og flottu bilum sínum fyri at taka peningin út.

Eingin ivi er um, at nógv teirra eiga bæði hundraðtúsundavís og milliónavís av bæði føroyskum og íslendskum krónum í bankanum. Men nú var álitið á bankan farið, og tí mátti peningurin setast á annað stað.

Starvsfólkini høvdu nóg mikið at gera við at gjalda peningin út og aftur út. Hvønn fimta minutt fóru bunti eftir bunti av íslendskum pengaseðlum um diskin og niður í taskurnar hjá fólki.

Hvat hesi fólkini gera við peningin er ikki gott at vita, tí fólk eru sjálvandi í iva um, hvørt hin bankin er tryggari enn hesin.

Eitt mugu tey í øllum førum venja seg við. Eins og tað er neyðugt í ferðsluni at traðka á bremsuna viðhvørt, so verður íslendingurin á gøtuni eisini noyddur at gera tað búskaparliga.

Í ringasta føri verður kanska eingin bremsa at trýsta á í flotta amerikanska bilinum, tí tey snøgt sagt hava ikki ráð at hava hann ella at koyra við Hannum.

Alt hetta fer komandi tíðin at vísa: Eydnast tað stjórnini at bjarga landinum undan hesi ringastu fíggjarligu kreppuni síðani 1914.

Maðurin í køini kann nú gleðast um, at hann er vorðin nummar 49 í køini hesar seinastu fimm minuttirnar!