Kreppan í altjóða búskapinum rakar nú stóru donsku fyritøkuna A.P.Møller-Mærsk Sambært Børsen fer kreppan serliga at raka bingjureiðaríið Mærsk Line, sum væntandi fer at hava milliardir í halli í ár. Tað fer at hava við sær, at avlopið hjá meginfyritøkuni fer at minka meiri enn 10 milliardir krónur, skrivar blaðið.
Annað, sum ber á tað skeiva borðið, er fellandi oljuprísur, fellandi gjaldoyravirði og munandi inntøkumissur í Danske Bank.
Fyri stuttum varð mett, at A.P.Møller-Mærsk fór at hava millum 20 og 22 milliardir krónur í avlopi í 2008. Tað talið fer helst niður í helvt í ár, skrivar Børsen.