Kreppan rakar ikki tey humaniteru

Av ótta fyri at missa pening til neyðhjalp við partabrøvum á ivasomum marknaðum, hava teir donsku humaniteru felagsskapirnir sett pening sín á trygg støð. Á henda hátt sleppa teir heilskapaðar undan kreppuni

Danmark: - Pengarnir eru væl plaseraðir!

Hóast fíggjarkreppuna og søguliga stórt fall á kursmarknaðunum er tað, ið danir hava latið til teir humaniteru felagsskapirnar í tryggum hondum.

Soleiðis ljóða í øllum førum boðini frá sjey av teimum størstu felagsskapunum í Danmark.

Við Kristelig Dagblad siga teir allir sum ein, at hóast partabrøvini eru fallin sera nógv í seinastuni, fær hetta ikki negativa ávirkan á ognir teirra.

- Hvørki við longri útliti ella styttri útliti, fer hetta at ávirka stuðul okkara til tey neyðstøddu úti í heimi, verður sligið fast.

Millum hesar sjey stóru humaniteru felagsskapirnar eru Reyði Krossur, Dansk Flygtningehjælp, Mellemfolkeligt Samvirke, Mission Afrika og Care.



Mist 63 mió krónur

Í Reyða Krossi hava tey havt tann politik, at tey als ikki vilja seta pening í partabrøv.

- Vit hava ikki gjørt hetta, hóast vit ofta fáa skotið í skógvarnar at vit eru ov konservativ. Men nú vísir tað seg hinvegin, at avgerðin hevur verið røtt, sigur Hans Beck Gregersen.

Hann er tíðindaleiðari í felagsskapinum, og leggur dent á, at ognir teirra eru settar í stuttfreistað virðisbrøv, sum hava ein minni váða enn partabrøvini.

Við hesum stigi hava Reyði Krossur og seks aðrir felagsskapir valt eina aðra loysn enn danska Krabbameinsfelagið. Hetta felagið hevur mist einar 63 mió krónur í kursvirði á partabrøvum sínum teir seinastu níggju mánaðirnar.

Eitt samfelt nei til partabrøv hevur eisini ljóðað úr skrivstovunum hjá Dansk Flygtningehjælp, Mellemfolkeligt Samvirke og Care.


Trygg loysn

Felagsskapurin Neyðhjálp Fólkakirkjunnar hevur eisini valt at seta ognir sínar í annað enn partabrøv.

Hetta hendir, hóast íløguráðgevarar so seint sum í vár heittu á felagsskapin um at býta ognir sínar fyri 20 mió krónur í partabrøv og virðisbrøv.

- Í juni mánaði fekk eg eina kenslu av, at marknaðurin var ótryggur. Tí avgjørdu vit ikki at fylgja ráðunum frá ráðgevunum, men settu ístaðin peningin inn á eina konto í einum banka við góðum ummæli.

- Í dag kunnu vit bara fegnast um, at vit valdu hesa tryggu loysnina, sigur skrivstovustjórin Peter Bo Larsen.


Langfreistað útlit

Tað eru tó kortini teir humaniteru felagsskapirnir sum hava latið seg freista av partabrøvunum, og eru farin inn hagar við smáum íløgum.

Felagsskapurin IBIS hevur t.d. keypt partabrøv fyri undir 100.000 krónur, og Mission Afrika, sum føroyingar fyrr kendu sum Sudanmissiónin hevur mist einar 600.000 krónur í seinastuni orsakað av kursfallinum.

Partabrøvini í Mission Afrika hava í dag eitt virði uppá einans 1 mió krónur, men hetta er kortini í lagi í mun til teir likvidu midlarnar uppá 6 mió krónur.

- Tá íløgan í partabrøvini var lítil, og fíggjarstøðan yvirhøvur er góð, er eingin vandi fyri, at felagið her og nú verður noytt til at selja partabrøvini. Tey eru keypt við einum langfreistaðum útliti, sigur skrivstovustjórin Jens Christian Olsen.

Sambært danska Krabbameinsfelagnum kann tað í longdini løna seg at hava stórar ognir í partabrøvum, um ein í felagsskapinum ikki verður tvungin at brúka peningin akutt.

Hinvegin kann partabrævaævintýrið fáa ógvusligar avleiðingar, vísa royndir úr Svøríki: Í 2003 varð Reyði Krossur har noyddur at siga 130 fólkum úr starvi, eftir at felagsskapurin hevði mist 1 mió krónur á partabræøvamarknaðinum.



Neyðugt at hava ognir

Í kjalarvørrinum á tíðindunum omanfyri hava fólk sett spurningin, um tað yvirhøvur er neyðugt at hesir felagsskapirnir skulu savna saman upphæddir í milliónatali, fyri síðani at seta teir í partabrøv ella virðisbrøv.

- Finst ein edrúilig frágreiðing um hetta?, er ein sum vil vita.

Onnur fólk duga hinvegin væl at skilja hetta, hóast tað kann undra at felagsskapirnir sleppa at "spæla" soleiðis við innsavnaðum og sjálvbodnum gávum.

- Men, vísir ein teirra á og sum hevur starvast í útheimi fyri ymiskar felagsskapur í 16 ár.

- Tað er neyðugt at

liggja inni við størri peninganøgdum. Hesin peningur kann verða nýttur til serstakar støður, t.d. um neyðugt er at flyta fólk heim í ótíð úr ófriðarligum økjum ella í akuttum neyðstøðum.

- Annars, so haldi eg at ein átti heldur at sent peningin til teirra, sum hava brúk fyri honum, vísir hesin á.