Nú eru tekin um, at gongdin í amerikanska búskapinum er vend. Í dag fara myndugleikarnir at almannakunngera nýggj tøl frá búskapinum, og eygleiðarar vænta, at tey fara at vísa vøkstur í bruttotjóðarframleiðsluni í triðja ársfjórðingi.
Sambært metingunum verður vøksturin 3,2 prosent. Eygleiðararnir siga, at hetta samsvarar væl við gongdina í amerikanska fíggjarheiminum, har fleiri av teimum stóru fyritøkunum hava kunngjørt sera jalig roknskapartøl fyri teir seinastu mánaðirnar.
Harafturat hava onnur tøl víst, at húsamarknaðurin er og tann privata nýtslan eru støðug.