HB tykist at hava fingið fatur á rætta endanum aftur eftir eitt tungt kappingarár í fjør, meðan grannarnir stríðast við júst tí hinvenda. Tað, sum í meistaraárinum í fjør varð kallað Hvítidalur og var borg teirra, er við at gerast ein marra hjá teimum í ár. Teir vísa seg nevniliga at hava tað trupult á heimavølli, og ímóti HB skuldu teir royna at sleppa undan triðja tapinum í Gundadali á rað.
HB misnýtti brotsspark
Tað tóktist eins og einki av liðunum vildu hava eina varliga byrjan og byrjaðu málmøguleikarnir at koma beinanvegin. Eftir tveimum minuttum royndi Lukasz Cieslwicz seg við spískum skoti, sum smeyg sær framvið handaru stong, og bara tveir minuttir seinni var stórur møguleiki í hinum endanum. Ein væl upplagdur Andrew av Fløtum sendi eitt langskot avstað, men Meinhardt Joensen í B36-málinum fekk bjargað bóltin á yvirliggjaran.
Hesi bæði ávaringarskotini løgdu lunnar undir ein hendingaríkan dyst.
Eftir 13 minuttum fekk HB brotsspark. Símun Samuelsen varð spældur púra leysur og einsamallur við Meinhardti Joensen í B36-málinum varð hann feldur av klaksvíkinginum, sum í sama viðfangi fekk gult kort. Andrew av Fløtum varð settur at skjóta, men skotið – sum sat nakað mitt á – varð bjargað av Meinhardti Joensen, sum harvið gjørdi skaðan góðan aftur.
Hallur Hansson hevði møguleika at skjóta returbóltin í málið, men hann fekk ikki rættiligt skot á og endaði bólturin omanfyri málinum.
Høgg frá Andrew
Hóast B36 hevði hug at sita meiri á bóltinum fyrstu løtuna og nakrar ferðir lá framvið, eitt nú umvegis eitt vandamikið fríspark frá Súna Olsen, so var tað HB, sum legði seg á odda. Andrew av Fløtum fekk bóltin stutt uttanfyri feltið, hann ivaðist ikki og úr 20 metrum langaði hann bóltin við vinstra beini upp í málhornið til 1-0 til HB. Eitt sera vakurt mál.
Eftir málið vann HB sær nógv pláss á vøllinum og setti seg fullkomiliga á dystin. B36-leikararnir sótu leyst á HB-leikarunum og góvu teimum møgueleikan at stýra spælinum, sum teir eisini gjørdu væl. Serliga var Símun Samuelsen væl upplagdur. Í 27. minutti var hann um at stúta bóltin í málið, tíggju minuttir seinni legði hann bóltin fyri føturnir á Jógvani Skeel Nolsøe, sum ikki fekk skot á úr stuttari fjarstøðu, og tveir minuttir undan hálvleiksbrísklinum fekk hann ein sokallaðan fríleypara, men var óansin og traðkaði á bóltin.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki, var B36 nær við at revsa HB, men Jákup á Borg, sum varð spældur púra leysur av Lukasz Cieslewicz, fekk ikki bóltin framvið Teituri Gestsson í HB-málinum.
Hálvleiksstøðan var uppiborið 1-0 til HB.
Rokmikil endi
Byrjanin í seinna hálvleiki var ikki eins hendingarrík, sum hon var í fyrra hálvleiki. B36 royndi at finna eitt mótsvar, men tvørturímóti var tað HB, sum spældi betur og hevði tamarhald á støðuni. Nógv varð latið upp í hendurnar hjá Lukasz Cieslewicz, sum javnan gjørdi um seg, men fekk ov lítið viðspæl frá teimum tamu viðleikarum sínum.
Í 68. minutti varð Símun Hansen hjá B36 vístur av vølli eftir at hava fingið sítt seinna gula kort. Illa sást, at B36 var undirmannað restina av dystinum, tí teir vórðu púra einfalt noyddir longri fram á vøllin at leggja trýst á HB.
Hetta trýstið gav úrslit fimm minuttir fyri leiklok, tá ið Róaldur Jakobsen stútaði ein leysan bólt í feltinum í mál til 1-1.
HB royndi at trýsta ímóti dystarenda og í yvirtíðini komu teir í eina støðu, sum teir – og mong onnur við – seint gloyma. Teir fingu eitt hornaspark, sum innskifti Jákup Slættalíð stútaði í mál til 2-1. Meinhardt Joensen vildi vera við, at hann varð forðaður í feltinum, og í sínum illskaparorðum til dómaran, Eiler Rasmussen, fær hann seinna gula kortið og verður útvístur. Liðskiparin, Klæmint Matras, var eiheldur nøgdur við støðuna, og fekk hann beinleiðis reytt kort fyri kjaftaslit, soleiðis at B36 at enda bara hevði átta leikarar eftir á vøllinum.
Í einari seinastu roynd at javna sendi B36 nógv fólk fram, og var tað eisini um reppið, at Jonas Flindt Rasmussen fekk stútað eitt frísparksinnlegg í málið, men hann fekk ikki veruliga høvdið á bóltin, sum smeig sær beint framvið málinum, og kundu nakrir ovurhondsglaðir HB-leikarar og viðhaldsfólk við fegnast um at vinna 2-1 á grannunum í einum sera undirhaldandi dysti.
Skerdir meistarar
Við sigrinum heldur HB fast í oddastríðnum og er framvegis fýra stig aftanfyri Víking, meðan B36 dragnar og hevur – ikki meistarum líkt – bara fingið 10 stig fyri sjey dystir.
Tey trý reyðu kortini, sum B36 fekk í dystinum, kunnu koma at kosta dýrt. Næsta vikuskifti fær B36 nevniliga vitjan av oddaliðnum, Víkingi, og mugu teir til tann dystin vera fyri uttan teir leikbannaðu Meinhardt Joensen, Símun Hansen og Klæmint Matras.