Kreppan fekk stjórnina at spara

Tey, sum arbeiða í íslendska fíggjarmálaráðnum, hava ferðast munandi minni uttanlands síðani skrædlið í íslendska bankakervinum á heysti í 2008.

Í roknskapunum sæst, at í 2007 rindaði fíggjarmálaráðið fyri 145 uttanlandsferðir og 140 í 2008. Men so kom bankaskrædlið, og tey bæði næstu árini vóru uttanlandsferðirnar ávikavist 97 og 95. Tølini vórðu løgd fram í Altinginum, tí ein av tinglimunum spurdi seg fyri um ferðirnar hjá fíggjarmálaráðnum.

Í svarinum bleiv upplýst, at árini 2007 brúkti fíggjarmálaráðið 26,4 milliónir íslendskar krónur til uttanlandsferðir og 30 milliónir árið eftir. Í 2009 og 2010 var talið ávikavist 21 og 22 milliónir.