Løgtingið er farið til verka aftur, og debattin um støðuna í Føroyum er farin í gongd.
Løgmansrøðan á ólavsøku lýsti eina ljósa tilveru, og tað er sjálvandi positivt. Tað er gott at síggja møguleikar fram um forðingar. Loysnir fram um trupulleikar.
Hinvegin, so má veruleikin umrøðast, so sum hann er.
Tann nakni sannleikin er, at her er ongin nevniverdur búskaparvøkstur.
Stór undirskot eru á almenna budgettinum.
Fólkatalið hevur staðið í stað í eini 10 ár.
Og vælferðin er undir stórum trýsti.
Hetta er syndarliga støðan, og vit mugu tora at nevna hana við sínum rætta navni.
Føroyar eru í KREPPU!
Taka lán til vælferð
Fyribils merkir tann einstaki føroyingurin ikki so nógv til kreppuna, hóast standurin er vánaligur nógvastaðni, serliga hjá arbeiðsleysum.
Orsøkin er, at Føroyar taka lán fyri at fíggja hallini ár eftir ár. Soleiðis verður pínan útsett.
Sakin er, at landsstýrið lænir pengar til vælferðina í Føroyum! Lænt verður til skurðviðgerðina. Til songina á røktarheiminum. Og til eyka tímarnar til næmingin, sum hevur tørvin!
At lána hálva milliard um árið heldur ikki í longdini!
Tað vita øll.
Nú skal rokningin gjaldast!
Hví mangla pengar í landskassanum? Hví má landsstýrið á skrøddum knøum út á marknaðin at fíggja vælferðina í Føroyum?
Høvuðsorsøkin til hall eftir hall á fíggjarlógini er hitt illa gitna fullveldiseksperimentið.
Nú sláa avleiðingarnar av fullveldispolitikkinum ígjøgnum!
Nú er rokningin her!
Nú verður landið skuldarbundið – og so skulu føroyingar gjalda!
Pengar út gjøgnum vindeygað
Eksperimentið við føroyska samfelagnum snúi seg um at tveita pengar út gjøgnum vindeygað.
Ríkisveitingin –tann tryggasta inntøkan – varð skorin ógvusliga.
Og síðani – í bestu uppgangstíðum – øktu fullveldispolitikarar útreiðslurnar.
Onki við at repa seglini og laga útreiðslurnar eftir skerdu inntøkunum. Nei - nú vóru ráð til alt.
Dýrar yvirtøkur.
Nýggj aðalráð.
Ambassadur í hvørjum metropoli.
Stjórar og embætisfólk í nýggj størv.
Tey spældu fullveldi upp á rokningina hjá øðrum!
Hetta vísir, at fullveldi kostar føroyingum vælferð, og í løtuni lána Føroyar til sína vælferð!
Tey veiku harðast rakt
Tað djúpt órættvísa er, at tey, sum skipaðu fullveldisdansin, standa ikki fremst, nú rokningin skal gjaldast.
Nei.
Tey veiku í samfelagnum – tey, sum hava mest brúk fyri tí sterka vælferðarsamfelagnum – fara at gjalda rokningina.
Trupulleikin er, at skjótt kemur tíðspunktið, har tað ikki longur er møguligt at lána uttanlands.
Tá skal veruliga betalast við kassa 1!
Hvørji vælferðarøkir skulu tá niðurlagast? Hvørjar vælferðartænastur skulu tá skerast burtur?
Fullveldispolitikarar hava onki svar. Tað hava teir sjáldan.
Hjá teimum er nóg mikið at lata seg í reyðhúgvu. Stíga upp á ein stein á niðri á Doktaragrund. Peika og flenna at hinum. Fáa róp í. Og syngja hart.
Ímeðan mugu onnur taka upp eftir teimum og fáa Føroyar á aftur rætta kós.
Onki hendir
Hvat er at gera?
Nógv átti longu at verið gjørt. Serliga upplagdir eru reformarnir, sum hvørki samgonga ella andstøða higartil hava torað at nortið við.
Tað finnast gongdar leiðir og mátar at økja inntøkurnar uppá og at avmarka útreiðslurnar.
Uppskotini eru fleiri:
Skipa fiskivinnuna burðardygt.
Løgmaður skal enda konfliktina við ES og Noreg, so fiskiflotin fær annað og meira enn makrel at dúva uppá.
Útnytta ótømdar møguleikar í fjarfiskiskapi – og fá fyrimunirnar heim til føroyska vinnu
Vinn Føroyum ein sess innan fyri ES-garðin – saman við Danmark. Har er marknaðurin, og har tjena vit pengarnar.
Fá meira fyri minni.
Klænka fyrisitingina.
Burtur við øllum dupultfunktiónum.
Sker aðalráð burtur og legg onnur saman.
Burtur við uttanríkisráðnum, og legg mest týðandi økini undir løgmann.
Stong sendistovur og brúka uttanríkistænastuna í Ríkinum. Hon er har til tað sama.
Steðga øllum yvirtøkum. Tær kosta pengar, sum ikki eru til.
Legg kommunur saman í nakrar fáar sterkar kraftdeplar.
Færri og betri skúlar.
Eitt sentralsjúkrahús fyri øll.
Tiðna Blokkin og far í samráðingar um at fáa hann á aftur eitt rímiligt støði
Og soleiðis frameftir.
Løgmaður hevur nevnt nógv av hesum í valskeiðnum – men her hendir onki!
Partapolitikk til viks
Løgtingsval nærkast, og skal nakað munagott koma burturúr, mugu øll partapolitisk mál leggjast til viks. Rúm er bert fyri málum, sum geva pengar í kassan!
Landsstýrið má nú koma við uppskotum, sum stimbra búskaparvøkstur, fólkavøkstur og skapar javnvág og avlop á aftur fíggjarlógina!
Tá fáa vit møguleika at sleppa úr støðuni, har lánast skal til vælferðina í landinum.
Saman um tikið er nógv eftir at gera, men tíðin er stutt.
Nú er seinasta útkall at gera tað rætta fyri Føroya land.
Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin