Fótbóltur
Ein hálvan tíma. Tað var í veruleikanum tað, sum B36 hevði fyri neyðini, tá teir sunnudagin vitjaðu á Tvøroyri.
Undan dystinum varð annars nógv tosað um, at hetta var ein dystur, har báðir partar skuldu reisa seg. TB, tí teir undanfarna vikuskiftið vóru fyri stórtapið í Klaksvík, og B36, tí teir við ósigrinum fyri HB at kalla mistu sambandið til oddin.
Einvegis
Tað var tó ongan tíð talan um, at nakar parturin fekk uppreisn hesaferð. Heldur var dysturin ein staðfesting av, at stórtapið í Klaksvík als ikki kom av tilvild.
Ikki tí at TB ikki hevði nakað spæl í dystinum hesaferð, tí tað høvdu teir, men taktiska medvitið tóktist dekan ov lítið. Heldur enn at royna at binda fyri í verjupartinum, royndu teir allan dystin at spæla frameftir. Kanska positivt, men dekan av naivt skal sigast.
Fyrsta málið kom longu í triðja minuttinum, tá Magni á Lakjuni átti seinasta fótin, og hóast TB javnaði mest sum beinanvegin, so stóð alla tíðina greitt, at tað helst varð B36, sum fór avstað við stigunum.
Næsta málið hjá B36 varð skrásett sum sjálvmál, men helst hevði John Petersen stýrt bóltinum í málið kortini, og so skrædnaði hjá TB. Fróði Clementsen og Bárður Mortansson øktu fyri hálvleik, og tá munurin kom upp í fimm eftir eitt ikki sørt margháttligt sjálvmál, varð seinasti ivin beindur burtur. Fýra mál komu tó afturat í dystinum, men hesi høvdu at kalla bert kosmetiskan týdning. Stigin stóðu so ikki at vika.
Broyting er ávegis
Tað var skjótt at tað frættist eftir dystin, at hetta ikki var nakað, sum tvørafólk kundu góðtaka. At tapa tveir dystir á rað við somikið stórum tølum.
Í Útvarpinum sunnukvøldið vóru boðini tó, at leiðslan í felagnum ikki hevði nakra viðmerking, og orðini vóru tey somu, tá vit mánamorgunin royndu at fáa nakra staðfesting av støðuni.
Sum skilst, so er tó onkur broyting ávegis. Eingi almenn boð eru framvegis komin, men væntandi skuldi okkurt verið at frætt mánadagin, tó at hetta var eftir evstamark okkara.
Líta nú frameftir
Í B36 var lagið hinvegin gott, sum vera man. Sigurin fekk í øllum førum vent keðiligu gongdini, sum liðið hevur havt seinastu vikurnar, og nú er líka sum lættari hjá teimum at líta frameftir.
Ikki minst var fagnaðurin stórur um, at miðvøllurin uttan teir tríggjar, Klæmint Matras, Niels Joensen og Din Sandu hevði staðið seg somikið væl, og kanska serliga tí at Julian Florescu fyri fyrstu ferð sýndi, at hann kortini eigur at verða tikin við, tá liðið skal setast á taktikborðinum.
Komandi vikuskiftið skal B36 á heimavølli taka ímóti B68, og sum støðan er í løtuni, fær hesin dysturin stóran týdning fyri, hvat av teimum báðum árstalsfeløgunum skal elta oddaliðið úr HB.
TB skal tá ferðast norður til Gøtu, og tað verður so undir ongum umstøðum ein løtt uppgáva, men hvør veit. Kanska fara komandi dagarnir at hava somikið stórar broytingar við sær, at teir kortini hava ein møguleika her.
TB-B362-8 (1-4)
0-1: Magni á Lakjuni 3
1-1: Aleksandar Radosavljevic 6
1-2: sjálvmál (Zoran Mancic) 17
1-3: Fróði Clementsen 26
1-4: Bárður Mortansson 28
1-5: sjálvmál (Vladimir Matijivic) 50
1-6: Julian Florescu 63
1-7: Egil Zachariassen 67
2-7: Zoran Mancic 75
2-8: Jákup á Borg 87
Dómari: Páll Augustinussen (VB)
TB: Lars Müller - Bárður Dimon, Tórður Mortensen, Vladimir Matijivic, Andras Nolsøe - Nebosja Urtajl, Jón Tórur Holm, Zoran Mancic, Einar Petersen - Dan Mortensen, Aleksandar Radosavljevic
B36: Tróndur Vatnhamar ? Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen, Fróði Clementsen ? Bárður Mortansson, Jens Kristian Hansen, Kenneth Jacobsen, Julian Johnsson, Magni á Lakjuni - John Petersen, Jákup á Borg