Kreppa í Thailandi: Føroyska Bjørg fangað á hotelli

- Vit kenna okkum sum gíslar á hotellinum, sigur Bjørg Lamhauge, sum er stødd á Koh Samui.

- Vit kenna okkum sum gíslar á hotellinum, sigur Bjørg Lamhauge, sum er stødd á Koh Samui.

Tað sum skuldi vera ein hugnalig sólferia í vælumtókta thailendska feriustaðnum Koh Samui, endaði við at vera alt annað enn ein feria.

Bjørg Lamhauge og danski sjeikur hennara Mads, fóru nýggjársaftan úr Danmark við kós í móti Koh Samui.

 

 

 

Í hesum døgum er kreppustøða í Thailandi. Regnið og vatnfloymir hava oyðilagt yvir 120.000 býlingar, sambært útlendskum miðlum, og í øllum førum seks eru deyð og mong særd.

Støðan er ringast á annars vakra feriustaðnum Koh Samui, har Bjørg er stødd.

- Vit sleppa ikki herfrá, fyrr enn veðrið batnar, sigur Bjørg Lamhauge.

 

 

 

Tey bæði búgva á nýggjum hotellið, sum er bygt so mikið sterkt, at skaðin ikki er stórur har. Men rundanum tey er støðan ikki góð, sum sæst á videobrotinum her.

- Vit sleppa næstan ikki út, tí vegirnir eru fullir av vatni. Tað hevur regnað út í eitt í tríggjar, fýra dagar, sigur Bjørg Lamhauge.

Tey lokalu á staðnum eru, sum vera man, ógvuliga ávirkað av støðuni.

 

 

 

- Tey hava sagt okkum, at fleiri lokal eru deyð og yvir 120.000 hús hava fingið skaða, sigur Bjørg Lamhauge.

Tey fóru úr Danmark nýggjársaftan og flúgva heimaftur tann 13. januar.

 

Trýst á pílin á myndini og sí video út Thailandi í dag. Sí eisini myndirnar undir greinini.