Kreppa á LSH: Royndu semju men uttan úrslit

Síðani málið um tær sjúkrameldaðu ljósmøðurnar í gjár endaði í Fasta gerðarættinum í gjár, hava ljósmøðurnar verið á fundi við sjúkrahúsleiðsluna og lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum. 

 

Sum skilst hava partarnir roynt at funnið eina semju í málinum, tó uttan at hetta hevur eydnast. Tað var mánamorgun, at tað gjørdist greitt á in.fo, at 40% av ljósmøðrunum á LSH eru sjúkrameldaðar fyri strongd og líknandi. 

 

Hetta góðtaka leiðslan á LSH og lønardeildin tó ikki. Mett verður, at talan er um avtala spæl - ella í øllum førum er tað spurningurin, sum dómararnir í Fasta Gerðarættinum nú skulu taka støðu til.

 

 

Tí tað er um middagsleitið í morgin, at dómararnir koma til ein úrskurð í málinum. Tað er sostatt í morgin, at ljósmøðurnar fáa at vita, um teirra sjúkramelding verður góðtikin sum verulig, ella um tær verða dømdar til arbeiðis aftur. 

 

 

In.fo fylgir málinum.