Kreppa á LSH: Eingin lækni sjúkrameldar ein frískan persón

Marjus Dam heldur Fasti Gerðarætturin skal vísa kæruni frá sær.

- Um læknin metir, at viðkomandi ikki er førur fyri at útinna arbeiðið, so verður viðkomandi sjúkrameldaður. Tí haldi eg tað er ófatiligt, at man hevur eitt mál sum hetta, har lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fer í Fasta Gerðarættin við, at nøkur fólk eru sjúkrameldaðar av læknum. Eingin lækni sjúkrameldar ein frískan persón. Fólk verða sjúkrameldaði tí tey eru sjúk.


Tað sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, nú lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil hava Fasta Gerðarættin at tvinga sjey ljósmøður á Landssjúkrahúsinum aftur til arbeiðis, tí tey meta at sjúkrameldingarnar ikki eru rættar.


Formaðurin í Kommunulæknafelagnum er ikki í iva um, at Gerðarættinum eigur at vísa málið frá sær.


- Um Fasti Gerðarætturin ger rætt, so vísir hann málið frá sær, tí tá ein lækni hevur sjúkrameldað ein persón í eitt tíðarskeið, so er tað bara eitt fakta, at viðkomandi er sjúkrameldaður. Her tykist, at tað eru ljósmøður, ið eru óarbeiðsførar, helst vegna ótolandi arbeiðsviðurskiftir sæð frá teirra síðu, sigur Marjus Dam.


Marjus Dam vísir á, at tá læknar skriva sjúkrameldingar, so er tað við støði í einstaklinginum og ikki nakrari arbeiðskonflikt.


- Tá vit sjúkrameldað fólk, hava vit ein persón frammanfyri okkum og gera eina meting av honum. Tá kann vera likamligar ella sálarfrøðingar orsøkir, ið eru orsøkin til, at tey ikki megna at røkja arbeiðið í eitt tíðarskeið, sigur Marjus Dam og leggur afturat.


- Vit sjúkramelda fólk út frá støðuni tann einstaki er í. Tí taka vit frástøðu sum læknar frá, at sjúkrameldingar verða brúktar í arbeiðskonfliktum.