Niðurtúrurin hjá Manchester United sær ikki út til at fáa nakran enda fyribils. Seinasti møguleikin at bjarga kappingarárinum er í Champions League, men heldur ikki her riggar.
Í kvøld tapti David Moyes og hansara menn 2-0 fyri Olympiakos úr Grikkalandi. Hóast Manchester United hevði onkrar møguleikar, so var sigurin hjá Olympiakos als ikki óuppiborin.
Olympiakos kom á odda við heldur hepnum máli, tá lunkað skot tók í fótin á Alejandro Dominguez og snýtti David De Gea í málinum. Í seinna hálvleiki kom heimaliðið á odda við góðum skoti, tá Joel Campbell royndi seg uttanfyri brotsteigin. Skotið fór heilt út við stongina og í mál.
Manchester United royndi gera nakrar broytingar og leggja trýst á vertirnar. Tað eydnaðist til deils, og helst skuldi Robin van Persie havt skorað, men skotið fór uppum.
Manchester United hevur eitt skot eftir í byrsuni. Tað er í returdystinum, har Manchester United skal vinna við trimum málum fyri at koma víðari.
Fyrr í kvøld vann Borussia Dortmund 4-2 á Zenit, og tykist longu hava tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni.
Champions League – 1/8 finalur:
Í dag:
Olympiakos – Manchester United (1-0) 2-0
1-0 Alejandro Dominguez, 38
2-0 Joel Campbell, 54
Zenit – Borussia Dortmund 2-4 (0-2)
0-1 Henrik Mkhitaryan, 4
0-2 Marco Reus, 5
1-2 Oleg Shatov, 57
1-3 Robert Lewandowski, 61
2-3 Hulk, 69 br
2-4 Robert Lewandowski, 71
Í morgin:
Galatasaray – Chelsea (19.45)
Schalke 04 – Real Madrid (19.45)