Annað av donsku fótbóltsflaggskipunum, Brøndby, hevur tað einki serligt í løtuni. Krepputos hevur staðið ovarliga á breddanum í eina tíð, og sunnudagin fekk hetta enn meira ferð á. Brøndby var á vitjan hjá OB, og heldur ikki hesa ferð eydnaðist teimum gulul at vinna ein útidyst. Tað hevur liðið ikki megnað hetta kappingarárið, og verandi 7. plássið er alt annað enn nøktandi hjá liðnum. Og gitt verður í donsku miðlunum, at hollendski Rene Meulensteen nú av álvara er í vanda fyri at fáa sekkin sum venjari.










