Reuters veit í dag at siga, at sambært Kreml eru ikki allar súður syftar enn, tá ræður um friðarsamráðingar millum Russland og Ukraina.
Sagt hevur annars verið, at avdúkingarnar av ræðuleikum í býum, har russiski herurin hevur herjað, hava gjørt samráðingarnar millum londini enn truplari.
Men, nú sigur talsmaðurin fyri russiskar myndugleikar, at arbeiðið við framhaldandi samráðingum er "pågående", sum hann málber seg.
Sambært Reuters, sum endurgevur russisku tíðindastovuna Tass, viðgongur Dimitrij Peskov, at tónin í samráðingunum nú er nógv harðari, enn russar ynskja sær.
Kreml-talsmaðurin sigur, at hann vildi ynskt, at friðartilgongdin gekk skjótari.
Umboð fyri Russland og Ukraina hava havt fleiri samrøður, har partarnir eisini hava sitið til borðs saman, men higartil er eingin semja fingin millum partarnar.
Dimitrij Peskov segði herfyri, at russiska afturtøkan av herdeildunum kring høvuðsstaðin Kyiv, var ein roynd at vísa vælvilja til samráðingarnar millum londini.
Men, tað eru eisini nógvar altjóða keldur sum siga, at russar noyddust av geva skarvin yvir á høvuðsstaðarleiðini, tí teir megnaðu ikki at taka ukrainska høvuðsstaðin.