Kreftir í Sambandi vilja amgonguslit ella nýval!

Oddagrein:

Í grein nevnd ”Gamli løgmansflokkurin í politiskum tómrúmi” kemur Magni Laksafoss, tingmaður Sambandsfloksins við sera hvøssum atfinningum til Javnaðarflokkin og serstakliga floksformannin, fíggjarmálaráðharran. Persónligar markeringar eru vorðnar alt meira vanligar. Hví so viðgera atfinningar sambandsmansins? Eru tær áhugaverdar og viðkomandi í einum almennum politiskum høpi? Svarið er, at atfinningarnar eru heilt óvanliga harðar. Tær leggja alla ábyrgd fyri fíggjar- og búskapartrupulleikarnar á Jóannes Eidesgaard einsamallan. Laksafoss finst at fíggjarmálaráðharranum fyri atgerðarloysi og fyri ikki at megna konstruktivar langtíðarloysnir. Her er, sigur Laksafoss, eingin stimbrandi fíggjarpolitikkur, einki initiativ - bert tveir danskir bankapakkar. Funnist verður at sjálvum handverkinum: Fíggjarlógaruppskotið var makkverk, uttan visjónir, uttan raðfestingar og uttan politikk. Loksins verður staðfest, at fíggjarmálaráðharrin hevur slept endanum og sett verður fram krav um, at Javnaðarflokkurin tekur sær um reiggj og fer at reka politikk aftur. Samantikið staðfestir Laksafoss, at Javnaðarflokkurin og formaður hansara eiga trupulleikarnar. Hetta er heilt óvanligur tóni millum samgongufelagar.

 

Tað, sum er áhugavert við greinini hjá Magna Laksafoss, er tó ikki so nógv tær hørðu atfinningarnar í sjálvum sær, sum tað, ið hesar atfinningar siga um ABC samgonguna. Stevið í sitandi ABC samgongu er vánaligt. Dømini eru mong: Kreppa um Atlantsflog og um fiskivinnupolitikkin, tingmenn, ið hótta við at taka seg úr samgonguni og nú atfinningarnar frá Laksafoss, ið eru so lemjandi, at Javnaðarflokkurin ikki kann lata hetta fara aftur við borðinum, og soleiðis melur klandurskarusellin í kring við alt størri ferð. Tað eru sostatt ikki atfinningarnar sjálvar, men motivið, endamálið og timingin, sum eru áhugaverd. Sjálvt um lagt verður upp fyri hesum, at landsfundur Sambandsfloksins er fyri framman, so má annað og meira liggja sum grund fyri hesum álopi á formannin í samgonguflokki. Tað er okkurt, sum kundi bent á, at kreftir í Sambandsflokkinum stevna móti samgongusliti, ja kanska enntá móti nývali. Vit skulu bara okkum fyri at gita um orsøkirnar. Hinvegin slepst ikki uttanum at ásanna, at hetta kann eingin samgonga halda til. Síðan í vár hava vit eftirlýst einum virknum kreppupolitikki. Men einki hendir. Her eru vit fyri so vítt samd við Laksafoss. Men er tað rættvíst at geva fíggjarmálaráðharranum og flokki hansara alla skyldina? Tað halda vit ikki. Í øðrum londum eru tað fyrst og fremst búskapar- og vinnumálaráðini, síðan øll stjórnin, ið hava ábyrgdina av kreppufyribyrgjandi politikkinum. Hesi málsøki eru ábyrgd Sambandsfloksins og í øðrum lagi ábyrgd hjá allari samgonguni. Løgmaður má nú stíga í karakter sum leiðari og fáa samgonguna at fungera ella má hann taka avleiðingarnar. Kreppan stendur við og versnar. Samfelagið tolir ikki framhaldandi klandur og atgerðarloysi.