Kreditvirðið hjá evrulondum kann minka

Kreditmetingarfyritøkan Standard & Poor's ávarar í kvøld seks av teimum sterku evrulondunum um, at vandi er fyri, at teirra kreditvirði minkar. Tað skrivar bretska blaðið Financial Times.

Londini, sum talan er um, eru Týskland, Frakland, Niðurlond, Finnland, Eysturríki og Luksenburg. Øll seks hava í løtuni ta hægstu kreditmetingina, sum eitur AAA, men nú hevur Standard & Poor's sett londini á ein lista við londum, sum fyritøkan heldur eyga við.

-Tað er okkara uppfatan, at vantandi framstig í teimum politisku royndunum í Evropa at forða kreppuni at breiða seg kunnu vera ein spegilsmynd av veikleikum í avgerðartilgongdini í evruøkinum og ES sum heild, sigur S&P.

Standard & Poor's sigur, at innan tríggjar mánaðir fer fyritøkan at endurskoða sínar metingar av teimum seks londunum og at taka støðu til, um teirra kreditmeting skal setast úr AAA niður á AA+. Greinarar siga, at tann er 50 prosent sannlíkindi fyri, at tað fer at henda.