Kreativ skriving.

Tíðindaskriv: Aftur í vetur verður høvi at ganga til skeið í kreativari skriving hjá Rakel

Helmsdal á Tórshavnar Kvøldskúla.

Skeiðið snýr seg um at arbeiða við hugskotum, at finna háttir at fáa hugskot

og ymisar háttir at arbeiða hesi hugskotini. Hvussu kanst tú burturúr einum

orðið skapa eina heila søgu? Ella úr eini mynd, einum huglagið? Hví riggar

ein tekstur og ikki ein annar? Hvussu byggir man upp eina søgu, eina

frásøgn. Arbeitt verður nógv við skriviimprovisatiónum og

"non-stop-writing".


Líkamikið hvussu tú hevur tað við at skriva, um tú ikki hevur gjørt annað

við tað enn stílaskriving og onkran hendinga teldupost, ella um tú elskar at

sita og skriva tankar og hugleiðingar niður, ella um tú longu hevur skrivað

søgur ella yrkingar ella annað, tú kundi hugsa tær at víst øðrum ella fingið

uppá prent, so er hetta skeiði eisini fyri teg.


Afturat skrivingini verður eisini nomið við tað óskrivaðu frásøgnina,

forteljingina. Vit fara at royna okkum í hesi aldargomlu listini, sum í

hesum døgum er við at verða endurfødd í okkara parti av heiminum, hóast

kynstri næstan var um at doyggja út.


Skeiði er hvørt hóskvøld allan vetur, byrja verður hásdagin í komandi viku

tann 5. oktober. Í vetur verða tveir bólkar, ein fyri nýggjar luttakarar, og

ein fyri tey, sum ætla sær at halda fram har, vit sleptu seinasta vetur.

Tilmelding er hjá Kvøldskúlanum tlf. 31 77 55, ella á 21 65 96. Fleiri

upplýsningar á www.rakelhelmsdal.com