Hetta staðfestir felagið í grein, sum er løgd á heimasíðuna í kvøld.
Okkara krav kostar onki, null krónur, men kortini hevur mótparturin ikki veirð sinnaður at seta hesa orðing inn, og vit vita ikki hvør orsøkin er. Eg havi ilt við at siggja eina grundgeving ímóti at vilja tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, serliga tá tað einki kostar. ongin ivi er um, at tørvur er á at seta orð á hesa skyldu. Tí er hetta óskiljandi fyri okkum, og vit taka tað sum tekin um, at mótparturin ikki vil fáa í lag semju, staðfestir forkvinnan í pedagofelagnum, Maud Wang Hansen, á heimasíðuni.
Forkvinnan staðfestir eisini, at nakrir møguleikar eru fyri at koma á mál.
Á fundinum varð tó skjótt greitt, at álitisfólkini fyrst av øllum ynsktu ein fund við avvarðandi politikarar, og tað tók nevndin til eftirtektar.
- Vit fara beinanvegin at taka stig til ein fund við fíggjarmálaráðharran og formannin í KAF, og so vóni eg, at samráðingarnar kunnu takast upp aftur. Tað er púra burtur við, um hetta skal enda við verkfalli, tí tað er so ógvuliga lítið, sum skilir partarnar, og tað kostar arbeiðsgevarunum onki, segði Maud Wang Hansen.
Eitt samráðingartoymi mannað við forkvinnuni, Jógvani Philbrow, næstformanni, og Pálli Nielsen, advokati, hevur tikið sær av samráðingunum fyri Pedagogfelagið.
Greinin kann lesast í fullum líki við at TRÝSTA HER










