Kravið er sigur

Skal Neistin halda fast í oddaliðunum, er kravið ein sigur, men VB gevur seg neyvan treytaleyst

Ein dystur verður í Elektron-kappingini í kvinnuhondbólti í dag, tá VB vitjar í Havn.

 

Neistin er verjandi meistari, men higartil í vetur hava tær bláu stríðst við at finna røttu javnvágina á liðnum, nú Barbara Brauer ikki longur er á vøllinum. Tað hevur borið heldur óstøðug úrslit við sær, og í løtuni eru tær á fjórða plássinum.

 

VB er nummar tvey – tvey stig framman fyri Neistan – og tí kunnu tær veruliga seta meistararnar av í oddastríðnum, um tær sleppa suður við teimum báðum stigunum. Fyrr í heyst vann VB 29-25 á heimavølli móti Neistanum.

 

Dysturin á Hálsi í dag byrjar klokkan 17.00.