Í Sveis eru tær stóru handilsketurnar givnar at selja íslendskan tosk, tí handlarnir kunnu ikki fáa váttan frá íslendsku myndugleikunum fyri, at íslendska toskaveiðan er burðardygg. Avgerðin hevur tó ikki stórvegis avleiðingar. Sveis telist ikki millum teir stóru fiskamarknaðirnar, og tá sveisarar keyptu mest av toskavørum frá íslendingum, var nøgdin millum 2.000 og 3.000 tons.
Sveis keypir heldur ikki nógvan fisk úr Føroyum, men formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum, Símun Jacobsen, hevur kortini ávarað um, at føroyskur fiskur kann fáa trupulleikar á marknaðinum, um keypararnir ikki kunnu fáa váttan fyri, at føroyska fiskiveiðan er burðardygg, og eina tílíka váttan kunnu føroyskar fiskavørur ikki fáa í dag.
Líkist grindarokinum
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, heldur, at kravið um burðardygga veiðu er ógvuliga átøkt útlendska kravinum um, at føroyingar skulu gevast at drepa grind. Hann vísir á, at kravið um burðardygga veiðu kemur frá fólki inni á evropeiska meginlandinum, sum einki vita um fiskiskap, og sum ikki leggja í at spyrja seg fyri hjá teimum, sum eru í fiskivinnuni.
Formaðurin hjá reiðarunum vísir á, at fyri tey stóru londini so sum Bretland, Týskland og Frekland hevur eitt krav um burðardygga veiða ikki tann stóra týdningin, tí har er fiskivinnan lítið annað enn ein viðfáningur samanborið við hinar vinnugreinarnar.
-Men fyri fiskivinnutjóðir sum Ísland og Føroyar, sum hava fiskivinnu sum høvuðsvinnu, kann eitt tílíkt krav fáa ómetaliga stóra ávirkan, sigur Viberg Sørensen.
Krevja trygd
Formaðurin í Reiðarafelagnum ásannar, at føroyskur fiskur kann fáa sama krav um burðardygga veiðu, soleiðis sum tann íslendski toskurin hevur fingið í Sveis. Hann heldur, at so hevur nvinnan bara ein veg at fara.
-So mugu vit fáa trygd frá fiskifrøðingunum fyri, at tað, sum teir mæla til, er tað rætta og tað einasta rætta, sigur Viberg Sørensen. Sjálvur ivast hann stórliga, og hann er í øllum førum ikki í iva um avleiðingarnar, fáa fiskifrøðingarnir sína vilja.
-Okkara fiskifrøðingar mæla til stóran niðurskurð, og ICES mælti til at steðga fiskiskapinum. Fáa teir sín vilja, verður fiskivinnan útruddað, og so er ikki neyðugt við krøvum kortini.