Kravgonga: Tað skal ongantíð vera ov seint

Í dag klokkan 14 fer kravgongan hjá felagsskapinum »Verjið børnini« úr Svimjihøllini í Havn og oman á Vaglið. Kravboðini eru, at tað ongantíð skal vera ov seint at fráboða.

 

Stigtakararnir heita á politikararnar um at broyta lógina og avtaka fyrningarfreistina í sambandi við kynsligan ágang.

 

Skráin fyri kravgonguna er hendan.  

 

Kl. 13:00:

·       Fólk hittast við Svimjihøllina í Gundadali.

·       Høvi verður at keypa “Verjið Børnini” blusur og brosjur

·       Føroysk merki verða latin øllum luttakarum, og vit heita á fólk um at skriva sítt navn og eitt hjarta fyri eitt útsett barn á teirra merki.

·       Sanghefti verður latið.

 

Kl. 14:00:

·       Mimmy Vágsheyg bjóðar vælkomin.

·       Syngja felagssang, “Lívsmynd”. Tónaleikarar Rani Nolsøe og Ingibjørg

·       Frásøgukvinnan, Vibeke Michaelsdóttir, savnar fólkið saman og gongan byrjar.

·       Leiðin gongur yvir til rundkoyringina og oman eftir R.C. Effersøesgøtu

·       Steðgað verður uttan fyri Barnaverndarstovuna.

·       Felagssangur, ”Morgun”. Jákup Lind Dam syngur fyri

·       • Síðan gongur leiðin víðari oman gjøgnum gongugøtuna og endar uttan fyri løgtingið.

 

Kl. 15:00:

·       Tiltakið við tinghúsið byrjar

·       Vibeke Michaelsdóttur ger eina stutta frágreiðing um skránna

·       Vit syngja triðja felagssangin, “Lívið er okkara gáta”. Tónleikarar: Rani Nólsoy og Ingibjørg • Vibeke Michaelsdóttur bjóðar Turið Debis Hentze vælkomnari

·       Turið Debis Hentze, løgfrøðingur.

·       Vibeke Michaelsdóttur bjóðar Brynhild Bláhamar vælkomnari

·       Brynhild Bláhamar, fyriskipari av bólkinum, “Saman bróta vit tøgnina”, ein bólkur, har øll útsett og avvarðandi koma saman.

·       Jákup Lind Dam syngur ein sang

·       Vibeke Michaelsdóttur bjóðar Tóru Petersen vælkomnari

·       Tóra Petersen, forkvinna fyri føroyskir sálarfrøðingar

·       Jens Marni og Evi framføra ein sang

·       Vibeke Michaelsdóttur bjóðar Anniku Olsen, varaløgmanni, vælkomnari • Annika Olsen

·       Vibeke Michaelsdóttur bjóðar Rigmor Dam, løgtingskvinnu, vælkomnari

·       Rigmor Dam

·       Jens Marni og Evi framføra ein sang

·       Felagssangur, “Nánd”. Tónaleikarar Rani Nolsøe og Ingibjørg

·       Vibeke Michaelsdóttur tekur samanum

·       Mimmy Vágsheyg endar tiltakið og takkar fyri.

·      Tiltakið endar uml. klokkan 17