Kravdu at lønin varð goldin

Eingi útlit vóru fyri, at starvsfólkini fingu lønarkrøv síni útgoldin, og tí kundi Felagið føroysk miðlafólk ikki taka undir við eini bjargingarætlan fyri Dimmalætting.

Ingolf S. Olsen, sum er virkandi formaður í Felagnum føroysk miðlafólk, sigur við in.fo, at tey kunnu ikki gera annað enn at krevja tað, sum limir teirra hava rætt til.

 

- Vit sendu fyrst í hesum mánaðinum bræv til leiðsluna í Dimmalætting, har vit gjørdu vart við, at eftirlønareftirstøður vóru fyri longri tíðarskeið. Og í brævinum góvu vit fyritøkuni eina freist til at greiða hesi viðurskifti.

 

- Henda freist varð ikki hildin, og vit hava frá leiðsluni á Dimmalætting fingið at vita, at felagið ikki megnar at gjalda lønarkrøvini, sum eru móti felagnum, og tað er ein veruleiki, sum vit ikki kunnu ignorera, sigur Ingolf S. Olsen.

 

Hann vil ikki dragast inn í nakað kjak um, hvørt Dimmalætting kann halda fram í nýggjum felag ella ikki, men slær bara fast, at hann sum fakfelagsformaður má arbeiða fyri at tryggja rættindini hjá limunum.

 

Vanliga hava lønarkrøv framíhjárætt í einum trotabúgvi, men hetta er ikki støðan hjá Dimmalætting. Fyri at loysa truplu gjaldførisstøðuna hjá felagnum varð avtala í fjør gjørd við P/F Kimbil, har Kimbil veitti lán við transporti í skuldarunum hjá Dimmalætting. Við øðrum orðum, so skulu tey, sum skylda pening til Dimmalætting, gjalda á konto hjá P/F Kimbil, sum altso tryggjar sær sína áogn, áðrenn nakað verður sent víðari til Dimmalætting.

 

Tí eru mest sum eingi útlit fyri, at nakar peningur verður eftir til lønarkrøv í eini trotabúðarviðgerð. Starvsfólkini eru tó tryggjað umvegis Trygdargrunnin, sum dekkar lønarkrøv upp til 60.000 krónur, um krøvini eru yngri enn 6 mánaðir. 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Ingolf S. Olsen greiða frá.