Staturin hevur tapt stórt í endurgjaldskravinum ímóti Eik Banka í Danmark. Dómur fall í Eystara Landsrætti fyri løtu síðani. Fýra stjórar úr kollsiglda Eik Banka í Danmark eru dømdir at rinda 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi.
Úrslitið er langt frá kravinum, sum Finansiel Stabilitet hevði reist ímóti bankanum. Kravið var 250 milliónir krónur.
Sambært dóminum, sum verður grannskoðarafelagið fríkent.
Avgerðin er tann fjórða í røðini, sum Finansiel Stabilitet hevur reist ímóti stjórum í bankum, sum fóru á húsagang undir fíggjarkreppuni.
/ritzau/