Krasjaðu á veg til Gøtu

ÍtóttarSosialurin: Bilóhapp, spælarametingar, Turið til Íslands og hvat er Boccia?

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, kanst tú lesa um tríggjar spælarar hjá HB, sum vóru í bilóhappi undan dystinum í Gøtu móti Víkingi. HB vann dystin 2-1, eftir at Adrian Justinussen søkti barndómsfelagið við tveimum málum upp á beinleiðis fríspark. Spælararmetingar í blaðnum í dag.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýst HER

 

Les eisini um Turið Arge Samuelsen, sum nú fer at royna seg í útlendskum hondbólti. – Tað hevur altíð verið ein dreymur, sigur føroyski landsliðsspælarin í Kyndli.

 

- Tað er ein stoltleiki at umboða Føroyar í Boccia, sigur Áki Joensen. Samrøða við føroyska boccia spælaran, og ein frágreiðing um hvat boccia er og hvussu NM kappingin spældi av.

 

Les eisini um “Liðið hesa vikuna”. Bæði AB og Suðringar hava trý umboð á liðnum, sum eisini hevur spælarar úr B36, HB og KÍ.

 

Í blaðnum í dag er eisini frásøgn frá 1.deild hjá monnum og kvinnum í fótbólti, stuttsøgd ítróttartíðindi, Sebastian Pingel svarar fimm spurningum, meðan klumman er stroyming í føroyskum fótbólti. Les eisini ummælið av bókini “The Billionaires Club”, um milliardingar í altjóða fótbólti.