Kranabilur mundi farið í havið

Tað var dramatiskt eina løtu, tá ið tað skrædnaði undan einum stórum kranabili

 

Tað var dramatikkur í morgun, táið ein stórur kranabilur koppaði á liðina á Kósabrúnni í Klaksvík í morgun.

Óhappið hendi í sambandi arbeiðið upp á Kósabrúnna.

 

Norðlýsið skrivar, at tað skrædnaði undan fótinum á einum kranbili á Kósabrúnni ímeðan ein fimm tons tungur stabbi hekk í krananum.

 

- Tá stabbin kom niður ímóti manninum sum skuldi taka ímóti, bar hesin skjótt at og leyp á sjógv.  

 

Kranabilurin stendur á bryggjukantinum og í løtuni verður hann tryggjaður so hann ikki endar á sjónum tá lora verður, sigur Norðlýsið

 

Arbeiði at byggja bryggjukant millum kósabrúnna og bedingsbrúnna hevur verið nógv tarna av vánaligum veðrið, so óhappi í morgun kom ikki væl við.

 

Myndina hevur Emil Johannesen tikið.