Fyri løtu síðani koppaði ein kranabilur úti í Kongsgili í Havn, tá hann skuldi flyta ein stóran stein nakrar metrar frá eini grund Steinurin varð lyftur upp í lastina, og bilførarin bakkaði síðani einar tríggjar metrar.
Tá bilurin steðgaði aftur, koppaði steinurin sær á út í síðuna, og tók bilin við í fallinum. Lukkutíð hendi ikki fólkaskaði. Lastbilførarin var snarrásin og setti beinini upp í takið, so onki hendi við honum.
Tað er Gestur Hansen í Havn, sum eigur bilin, ið orsakað av stuðulsbeinunum koppaði so mikið spakuliga, at hann skuldi havt tikið stóran skaða.