Áðrenn vit hyggja nærri at talvgongdini, venda vit eyguni ímóti dramatikkinum. Í stuttum og við fyrivarni kann sigast:
Aftan á fjórða talvið klagaði máttmikli venjarin og umboðsmaður Topalovs, Silvio Dainalov, vegna Topalov um nøkur serlig viðurskifti. Óbeinleiðis klagaði Team Topalov um, at Kramnik nýtti tøkniliga hjálp. Dainalov segði, at Kramnik var óneyðuga ofta á baðirúminum. Upp til 25-50 ferðir meðan telvað varð. Baðirúmið er einasta staðið í bygninginum, sum ikki hevur sjónvørpu.
Ein skrivlig klaga um hesi viðurskifti, umframt nøkur ynskir, komu á klaguborðið hjá altjóðu talvsamgonguni FIDE.
Kramnik og hansara menn vórðu sjálvsagt skelkaðir av ákærunum. Kramnik segði, at hann nýtti rúmliga baðirúmið til at ganga runt í og hugleiða um talvið, meðan Topalov hugsaði um sínar leikir.
Í fyrstu atløgu fekk Topalov viðhald í, at teir skuldu hava eitt felags baðirúm, heldur enn eitt í part. Kramnik mótmælti við at ikki møta upp til fimta talvið. Topalov vann tískil talvið uttan at flyta ein leik.
Talvheimurin var nú á gosi. Topalov og hansara menn eru skurkar, ið einans skapa seg fyri at ávirka Kramnik, ljóðar ein atfinning. Eisini á kjaktorginum á www.faroechess.com, eru nógvar hvassar meiningar at lesa. Tey flestu meina, at talan er um skitið sálarligt spæl og trýst.
Kramnik hevur fingið stuðul frá mongum sterkum stórmeistarum, eitt nú frá Anatoly Karpov, Viktor Korchnoi og Peter Svidler.
Eftir fleiri áheitanir, valdi Kramnik at halda fram, hóast hann hótti við at gevast í ótíð. Kramnik fekk sítt egna baðirúm aftur og teir kundu halda fram. Men tapið í 5. talvinum stóð við.
Ein øgiligur hurlivasi, sum ikki minnir okkum sørt um Fischer-Spassky í 1972, tá Fischer klagaði um alt frá stólum til ljósviðuskifti. Munurin er tó, at Topalov og kanska serliga Dainalov fór beinleiðis eftir mótstøðumanninum.
Helst eru onnur viðurskifti í hesari sak, sum vit ikki vita um. Í øllum førum tykjast Topalov og Kramnik sinnaðir at avgera dystin við talvborðið, og á myndum frá HM sæst einki til illvilja hjá Kramnik mótvegis Topalov.
<B normal"$?$end$!$Óstøðugt og spennandi< STRONG>
Topalov legði út sum ein leyva fyrstu tvey talvini. Hann hevði góðar støður, men tað varð Kramnik, sum vann bæði talvini. Eftir tveir javnleikir, kom øll orrustan undan fimta talvinum. Kramnik helt á við góðu telvingini í sætta og sjeynda talvinum, sum bæði endaði jøvn.
Men so kom vend í. Topalov fekk við eitt øgiliga orku og telvaði sum ein heimsmeistari næstu tvey talvini. Hann vann sær leiðsluna og tey flestu væntaðu at Kramnik var knekkaður. Mong mettu, at ákærurnar um snýt hevði svøltað Kramnik. Men so varð als ikki. Í 10. talvinum vann Kramnik leikandi lætt, og í 11. talvinum endaði við remis.
Topalov hevur skapt tey flestu talvini. Hann hevur telvað álopssinnað og til tíðir vakurt. Men Topalov hevur eisini gjørt óskiljandi feilir. Kramnik hevur verið sum vant varin. Hevur ikki skarað fram úr, men hevur hinvegin ikki leikt so nógvir feilir.
Støðan er 5,5-5,5 áðrenn 12. talvið hósdagin. Endar dysturin javnur, verður kviktalvsumdystur leiktur og møguliga eisini snartelving.