Kramer og Østergaard til Føroya

Tann 13. September heldur Fremad Amager stórt tiltak á Hotel Føroyum. Fyrilestrarhaldarar verða fyrrverandi borgarstjórin í Keypmannahavn, Jens Kramer Mikklensen, og Flemming Østergaard

Sponsorrøkt er vorðið eitt alt meira vanligt hugtak innan ítróttarheimin, og tiltakið á Hotel Føroyum er ein partur av konseptinum, sum Fremad Amager hevur valt at røkja sínar sponsorar eftir. Talan er um tiltak, sum er ætlað bæði føroyskum og donskum sponsorum, har talan fyri donsku sponsorarnar er um eina heildaruppliving í Føroyum.

Teir báðir fyrilestrarnir verða hildnir hóskvøldið tann 13. september, og eftir hetta verður talan um sonevnda networking millum ymsu sponsorarnar, ið sjálvandi eisini fáa ein betri bita á staðnum.

Enn er sjálvandi dekan ov tíðliga at siga, hvussu áhugin fyri tiltakinum er. Men tað er einki at ivast í, at gestalistin við Kramer og Østergaard telur tveir av dugnaligastu fyrilestrarhaldarunum í Danmark. Og ikki minst man Flemming Østergaard vera áhugaverdur fyri eitt og hvørt fótbóltsfelag, tí meira enn nakar annar hevur hann prógvað, hvussu eitt slíkt skal byggjast upp til ein veruligan kraftdepil.