Boðini frá Piotr Krakowski, venjara hjá B71, vóru greið í steðginum í dag. Hann vildi, at sandoyingar fóru fram á vøllin.
Tað sigur Høgni Midjord, sum spældi samfullar 90 minuttir í dag.
- Hann tosaði um, at tað var ov tíðliga at bara hugsa um at verja. Vit noyddust fram á vøllin og royna at bjóða av. Tað var rætta loysnin, tí vit fáa eitt mál afturat, sigur Høgni Midjord.
B71 fekk fyrstu stigini í skjáttuna seinnapartin. Sandoyingar vunnu púra óvæntað á ÍF í Fuglafirði. Úrslitið var 2-1.
- Tað hevur ómetaliga stóran týdning sálarliga. Vit eru byrjaðir stak illa, men nú vita vit, at tað ber til, sigur Høgni Midjord. Hann leggur afturat, at stríðshugurin var fyrimyndarligur hesaferð.