Nógv arbeiði liggur aftanfyri, tá ljóðið frá tónleikarunum rungar yvir áhoyrararnar, meðan konsert er. Á Summar Festivalinum í ár eru tríggir pallar, Vágsbøur, Tjaldið og Torgið.
Tað er Ljóðtøkni, sum hevur staðið fyri pallsetanini á Summar Festivalinum á hvørjum ári. Í ár er 16. ferðin. Ljóðtøkni stendur eisini fyri ljóðanleggunum á teimum flestu tónleikatiltøkunum í landinum.
Í kvøld klokkan 19 verður fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali í Tjaldinum. Hóast tiltakið fer av bakkastokki um stutta løtu, er Hjalmar Hvítklett, stjóri á Ljóðtøkni, er ikki óróligur. Hann hevur gott fólk aftrat sær í fyritøkuni, og eru tað starvsfólkini hjá honum, sum í grundini taka sær av tí mesta praktiska arbeiðnum.
– Fleiri av starvsfólkunum hjá mær arbeiða við ljóði og ljósi burturav, og tey vita akkurát, hvussu alt riggar. Tey standa fyri arbeiðinum.
– Felagið, vit samstarva við, standa fyri millum 40 og 60 festivalar í hesari støddini um árið. Tað eru professionel fólk.
Pallurin á Vágsbøi er væl og virðiliga tann størsti í landinum. Stóran part av útgerðini, ið verður nýttur, eigur Ljóðtøkni. Men talan er um so mikið stóra pallseting, at tað loysir seg ikki at keypa alt, tí tørvur er á henni so fáar ferðir um árið, sigur Hjalmar Hvítklett.
- Tað hevði als ikki borið til. Vit hava tætt samstarv við veitara í Danmark. Á tann hátt kunnu vit tryggja, at vit altíð hava neyðugu serútgerðina tøka, sigur hann.
Men at útgerðin er til vildar, ivast Hjalmar Hvítklett ikki í. Tað er soleiðis skipað, at partur av útgerðini eisini verður nýttur á tónleikatiltøkum í Danmark.
– Herfyri var eg og lurtaði eftir Sting í Holstebro í Danmark, og tá var uppsetingin hin sama. Tað ljóðaði sera væl, sigur Hjalmar Hvítklett.
Anleggið megnar at spæla nógv harðari, enn tað ger, tá konsertirnar eru. Men endamálið er ikki, at fólk fáa ilt í oyruni. Útgerðin í dag verður stýrd við teldu, og tað týdningarmesta er, at ljóðið er til vildar, sigur Hjalmar Hvítklett.
– Tað snýr seg um at styrkin verður javnt fordeild, soleiðis at øll á Vágsbøi hoyra tað sama, sama, hvar á bønum tey standa. Har eru tað eisini krøv, sum koma uttanlands frá, í mun til hvussu langt ljóðið skal ferðast. Tað skal svara til staðseting og áhoyraraøkið og so framvegin.
– Á Vágsbøi eru umleið 20 forsterkarar, og allir hava útvið 16.000 watt í styrki. Men ljóðið, ið hoyrist, svarar til umleið 20% av kraftini, sum anleggið hevur. Tað er øgilig styrki í útgerðini í dag.