Krabbapengar til Kringvarpið

Tað kostar Krabbameinsfelagnum 330.000 krónur at fáa Kringvarp Føroya at varpa landsinnsavningina Føroyar móti krabba út. – Vit fáa ongan peningaligan vinning úr hesum, sigur Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri

Føroyar móti krabba

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Leygardagin 31.oktober verður stóra landsinnsavningin »Føroyar móti krabba« í Norðurlandahúsinum, og verður hon varpað beinleiðis út í sjónvarpi.Men tað er ikki uttan kostnað.

Fyri at Kringvarp Føroya skuldi átaka sær hesa uppgávu, var kravið, at Krabbameinsfelagið átók sær at gjalda 330.000 krónur til Kringvarpið afturfyri.

Men sambært stjóranum í Kringvarp Føroya, Anniku Mittún Jacobsen, er hetta eitt gjald fyri at dekka tær eksternu útreiðslurnar, sum Kringvarpið hevur av at framleiða og senda sendingina. Hesar útreiðslur, sum tað kostar út yvir vanligu arbeiðstíðina, so sum eyka lønir, pallsmíð og framleiðsla av øllum tí tilfari, sum ikki verður framleitt í vanligari arbeiðstíð.

- Høvdu vit ikki fingið hetta gjaldið, hevði Kringvarpið als ikki kunnað verið við í hesum prosjektinum, tí tað hava vit ikki pengar til, vísir Annika Mittún Jacobsen á, men leggur dent á, at hetta er eitt stórt prosjekt, sum Kringvarpið fegið vildi vera partur av.


Ongan peningaligan vinning

Hetta er eftir øllum at døma ikki fyrstu ferð at ein landsinnsavning verður skipað á henda hátt. Sambært Anniku Mittún Jacobsen hava áður verið líknandi sendingar sum eru »stuðlaðar av« og.

Men hóast Kringvarpið fær 330.000 krónur fyri at gera tiltakið, vísir kringvarpsstjórin aftur, at Kringvarp Føroya hevur nakran peningaligan vinning av tiltakinum.

- Fyri okkum er tað ein útreiðsla óansæð. Tað kostar nógv meira enn hasa upphæddina. Fyri Kringvarpið liggur vinningurin nokk í tí, at vit vónandi kunnu bjóða lurtarum og hyggjarum eina góða sending. Krabbameinsfelagið gjalda fyri tað eksterna í tí, meðan vit eisini lata ein stóran part í internum útreiðslum, sigur hon.


Ikki »keypt« tilfar

Tá Kringvarp Føroya fær eina so stóra upphædd fyri at framleiða tilfar til eina sending fyri Krabbameinsfelagið og harvið varpar ljós á krabbamein, kann hugsast, at inflatión kemur í framleiðsluna, og at farið verður ikki nóg kritiskt og objektivt til verka, tí at Krabbameinsfelagið »betalir« fyri at fáa framleitt tilfarið.

Men hetta sær kringvarpsstjórin ikki sum nakran vanda, og vísir á, at tey sum framleiða tilfarið eru púra óheft av peningaligu spurningunum, og at hetta eru heilt hvør sínar eindir.

- So nei, hatta dugi eg ikki at síggja sum ein trupulleika.


Mátti til fyri at koma víðari

Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum váttar, at talan er um 330.000 krónur, sum Krabbameinsfelagið gjalda, til tess at fáa Kringvarpið at vera við í prosjektinum.

- Vit hava so gjørt eina avtalu, har pengar eru ímillum, og hetta máttu vit í nevndini velja, skuldu vit koma víðari við prosjektinum, váttar Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.