Krabbameinsfeløg samstarva

Nordic Cancer Union hevði fund á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn tann 10. Desember 2012. Hetta er fjórði NCU fundur, ið er hildin síðani Føroyar fekk formansskapin í NCU.

Til fundin hevði NCU bjóðað stjórunum í altjóða Krabbameinsfelagsskapinum UICC, Cary Adams, og stjóranum í europeiska Krabbameinsfelagsskapinum ECL, Wendy Yared. Hetta fyri at umrøða møguleikar fyri einum tættari framtíðar samstarvi.

- Vit arbeiða øll fyri sama endamálið, og um vit sameina orkuna á økinum er betri møguleiki fyri at náa á mál saman. Fundurin gekk væl, og høvdu allir partar okkurt við sær í skjáttuni at hugsa um eftir fundin. Nordic Cancer Union fegnast um vælviljan frá bæði UICC og ECL til framtíðar samstarv, sigur Krabbameinsfelagið

Á myndini eru frá høgru:

UICC: Cary Adams, stjóri, NCU: Jákup N. Olsen, formaður og ECL: Wendy Yared, stjóri