Krabbamein rakar øll

Krabbameinsfelagið fegnast um góðu undirtøkuna fyri grannakaffi, men ynskir at fáa fleiri vertir.

Føroyingar hava tikið væl ímóti nýggja grannakaffi-tiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum, og longu tvær vikur eftir, at tiltakið varð almannakunngjørt, var talið av vertum komið upp á 22.

 

Krabbameinsfelagið fegnast um góðu undirtøkuna, men ynskir at fáa fleiri vertir, og freistin at tekna seg sum vert er 1. mars.

 

Brynhild Høgnadóttir, sum er ein av vertunum, vísir á, at øll verða rakt av krabbameini onkuntíð í lívinum - antin sum sjúk ella sum avvarðandi. Tí vil hon fegin vera við til at gera mun.

 

- Tú kann gera mun - hjálp teimum, ið longu hjálpa, sigur Krabbameinsfelagið.

 

Lagt verður aftrat, at endamálið við grannakaffi er heilt einfalt at savna pening inn til Krabbameinsfelagið og samstundis hava høvi at hittast undir hugnaligum umstøðum.

 

- Vertirnir til grannakaffi bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein drekkamunn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað, sigur felagið.