Krabbamein broytir gerandisdagin

- Tá krabbamein rakar, skulu avvarðandi taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kenslulig, sigur Krabbameinsfelagið.

Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari og sjúkrarøktarfrøðingur og Sólrun Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur.

- Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kenslulig. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best fyri allar partar.

Tað sigur Krabbameinsfelagið, sum vísir á, at tað tí hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu. Tí skipar felagið aftur í ár fyri einum bólki, har makar hjá krabbameinssjúklingum kunnu møtast.

- Tað at hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagi at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymiskar trupulleikar í trúnaði, er við til at geva orku og styrk, so tann avvarðandi megnar sínar uppgávur.

Krabbameinsfelagið sigur, at tað verða sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, sum fara at skipa fyri løtunum.

- Bólkurin byrjar 12. januar klokkan 13 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, og ætlanin er, at bólkurin skal samlast eina ferð um mánaðin seks ferðir tilsamans, sigur felagið.

Tey, ið eru áhugað at verða við ella ynskja at vita meira, kunnu venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupostadressuna - kmf(at)krabbamein.fo