Landsliðsvenjarin
Hvør verður nýggjur landsliðsvenjari hjá Føroyum? Tað er helst spurningurin, sum stórur partur av fótbóltsføroyum setir sær sjálvum, nú tað stendur greitt, at Henrik Larsen bert hevur knappar tveir mánaðir eftir í sessinum, sum hann hevur røkt seinasta hálva fjórða árið.
Gera kravfestingarnar
Tað var ikki fyrr enn seinasta sunnudag, at FSF kom til endaligu niðurstøðuna um, at Henrik Larsen ikki fær nýggjan sáttmála, og enn er Fótbóltssambandið ikki komið stórt víðari enn tað sama.
- Nú er talan sjálvandi um eina støðu, sum nýliga er íkomin. Vit valdu tó at melda greitt út longu eftir dystin mikukvøldið, soleiðis at tað gitingar og illgitingar ikki fóru at órógva fyrireikingarnar undan teimum trimum seinastu dystunum, sigur Óli Holm, formaður í Fótbóltssambandinum.
Hann sigur víðari, at teir nú fara at gera eina kravfesting um, hvørjar dygdir teir fara at leita eftir við einum nýggjum venjara, og at teir síðani fara at kanna marknaðin.
Men hava tit soleiðis onga hóming av, júst hvørjum tit fara at leita eftir?
- Sjálvandi hava vit tað, men nú tað ikki er viðgjørt á nevndarstigi enn, kann eg ikki síga so øgiliga nógv um tann partin. Tað er tó greitt, at vit fyrst og fremst vilja hava ein venjara, sum hevur góða útbúgving, og sum vit meta er førur fyri at føra landsliðið enn longur fram.
Við Allani Simonsen og Henrik Larsen hava Føroyar havt tveir venjarar, sum at kalla hava verið størstu »nøvnini« á liðnum. Tað hevur helst eisini verið við til at flutt fokus frá spælarunum, tá spælt hevur verið uttanlands. Er tað ein dygd, sum tit eisini leita eftir hesaferð?
- Sjálvandi vil eg ikki útiloka nakað upp á forhond, men eg haldi, at júst tann parturin ikki er so avgerandi hesaferð. Tey flestu munnu eisini vera samd um, at vit á tann hátt eru komin eitt fitt stig víðari. Tað vera nokk í størri mun tær fakligu dygdirnar, sum koma at gera setanina av hesaferð.
- Men lat meg so samstundis leggja afturat, at hetta ikki verður sagt fyri á nakran hátt at seta niður á fakliga arbeiðið, sum Allan og Henrik hava gjørt. Teir hava báðir gjørt eitt gott arbeiði, sum heilt avgjørt hevur verið við til at lyft føroyskan fótbólt.
Búseting kostar
Eitt, sum sjálvandi er nærliggjandi at tosa um, nú nýggjur venjari skal finnast, er treytin um, at ein komandi landsliðsvenjari skal verða búsitandi í Føroyum.
Tað kravið kundi bent á, at talan verður um føroyskan venjara, men heldur ikki her vil Óli Holm útiloka nakran.
- Tað kann jú eins væl verða ein útlendingur, sum kemur her at búgva í tvey ár ella meira.
Men tað merkir væl alt annað líka øktar fíggjarkarmar. Hevur FSF ráð til tað?
- Enn hava vit so ikki sett krónur á, hvat ein komandi venjari skal kosta. Og sjálvandi hava vit okkara fíggjaravmarkingar, hóast summi eru av eini aðrari áskoðan.
- Vit hava í øllum førum ikki ráð at fara út eftir teimum heilt stóru toppnøvnunum, og alt annað líka, so vil tað væl kosta meira, um vit skulu hava ein útlending hendavegin. Hinvegin, so vita vit jú enn ikki, hvørjir møguleikar koma fram, so hatta verður fyribils ein opin spurningur.
Men tit siga, at nýggjur venjari helst skal vera funnin um miðjan oktober. Gevur tað ikki eitt øgiliga stutt skotbráð, um tit eru komnir somikið stutt ávegis í fyrireikingunum?
- Tað ger tað kanska, men vit vóna framvegis, at tað fer at bera til, at nýggjur venjari er settur í oktober. Hinvegin ætla vit okkum avgjørt ikki, at talan skal verða um nakra hovsa-loysn. Men vit vilja heldur ikki enda í somu støðu sum seinast, tá landsliðsvenjari ikki varð settur fyrr hálvt ár eftir, at Allan Simonsen var farin úr starvinum, staðfestir Óli Holm.
Undrunarvert
Tí stendur spurningurin um ein komandi landsliðsvenjara enn púrasta opin. Í blaðnum í gjár róðu vit uppundir, at Jógvan Martin Olsen longu tykist vera koyrdur fram sum ein av toppkandidatunum, og sum slíkur má hann væl framvegis roknast. Eisini hóast onnur - bæði føroysk og útlendsk - nøvn væl kunnu koma upp á tal.
Tað tykist tó merkisvert, at samstarvið við Henrik Larsen nú verður endað, uttan at ein kravfesting til ein komandi venjara er sett. Tað kundi bent á, at antin hevur Henrik sett krøv, sum FSF ikki vildi ganga á møti, fyri framhaldandi samstarvi. Ella snøgt sagt, at FSF ikki hevur nøgt við stóra danan. Nakað sum eisini tóktist eyðkenna tíðindaskrivið, sum varð sent út hósdagin. Har stóð, at tað var full semja um, at samstarvið nú steðgar, men tað var ikki júst tað, sum Henrik Larsen segði fjølmiðlunum.
Sum støðan er nú, so tykist tað, sum hevur FSF slept verandi venjaranum upp á fjall, uttan at hava gjørt sær greitt, hvørji krøv ella ynski verða sett til eftirmann hansara.










