Krøvini eru koyril og gularót

Samstundis, sum alsamt herdu krøvini frá UEFA eru ein byr:a hjá føroysku fótbóltfeløgum. So eru somu krøv eisini ein upplagdur katalysator fyri framhaldandi menning av føroyskum fótbólti. Og tá fíggjarligi stuðulin kemur, er neyvan nakað felag, sum sigur nei-takk!

Boðini vóru klokkuklár, tá UEFA fyri fýra árum síðani kom við staðfestingini minstukrøv fyri fótbólt. Nú skuldu øll feløg í fremstu deildunum í ymsu limalondunum lúka nakrar greitt ásettar treytir. Megnaðu tey ikki hetta, skuldu tey í øllum førum ikki gera sær vónir um nakrar stuðulskrónur úr ymsu grunnunum hjá peningasterku europeisku fótbóltssamgonguni.
 
Sosiala fótbóltsfamiljan
At byrja við vóru krøvini øgilig. Millum annað varð staðfest, at lið, sum tóku lut í europeiskum kappingunum, skuldu hava heimavøll við í minsta lagi 10.000 sitiplássum. Eitt krav, sum fleiri tulkaðu tann vegin, at nú vildu tey sterku sleppa sær av við haftið, sum tey minni sterku ofta verða mett sum í altjóða fótbóltshøpi. Ikki minst, tí hetta hendi um sama mundi, sum sokallaði G-14 bólkurin av sterkastu feløgunum hevði trumfa ein nýggjan Champions League bygna ígjøgnum. Ein bygna, sum fyrst og fremst tóktist hava sum endamál at tryggja longu múgvandi feløgunum enn fleiri milliónir til spælarakeyp og -lønir.
Júst stóru upphæddirnar, sum eru rullaðar inn á Champions League kontina, eru tó best dømi um, at UEFA eisini er ein sera sosialt rættvísur felagsskapur. Ein felagsskapur, har smærru londini eisini fáa sín part av fíggjarkøkuni, sum altjóða fótbóltur eisini er. Eitt meistaraheiti man í øllum førum vera einasta staðið, har føroyskt fótbóltsfelag kann vinna sær milliónavinning.
Og júst sosiala medvitið er eisini komið til sjóndar í minstukrøvunum, sum verða sett feløgunum. Tað kann væl vera, at føroysk feløg suffaðu hart, tá tey fingu at vita, at nú var ein verulig umsiting eisini neyðug. Men tað mundi so ikki vera nakar teirra sum suffaði, tá tilhoyrandi kekkurin kom sendandi frá UEFA. At hesin so ikki altíð er nýttur til ætlaða endamálið, er ein onnur søk&
 
Kommunurnar spæla við
Kekkurin frá UEFA hevur sjálvandi gjørt tað meira liviligt hjá feløgunum at liva upp til ásettu krøvini. Serstakliga tá tosað verður um dygdina á fyrisitingini í ymsu feløgunum.
Hinvegin hevur talan eisini í nógvum førum verið um krøv til fysisku karmarnar hjá feløgunum. Og er talan um stødd á grasundirlendinum ella sitipláss og aðrar hentleikar til áskoðarnar, so hava sjálvt ikki fíggjarliga sterkastu feløgini her á landi nakran sum helst møguleika at fylgja við. Her hava mest sum øll feløgini í Formula-deildini fingu hollan stuðul frá ymsu kommununum, soleiðis at treytirnar í flestu førunum antin eru ella verða roknar.
Men tað er ikki ókeypis, og í nøkrum førum eru kommunurnar noyddar at spenna seg heilt nógv út. Eitt gott dømi um hetta er Tvøroyrar kommunua. Har fekk TB í fjør undantaksloyvi at spæla á vøllinum við Sevmýri, sum ikki lýkur krøv til stødd á leikvølli ella økinum kring vøllin. Møguleikarnir at breiðka um verandi vøll eru mest sum eingir, og tí er neyðugt við spildurnýggjum stadion ístaðin fyri siðvanda Sevmýri. Og tað er eitt arbeiði, sum ikki gerst fyri nakrar fáar milliónir.
 
FSF sum meklari
Leikluturin hjá FSF hevur í mangar mátar verið tann hjá semingsmanninum, sum traðkar til, tá partarnir á arbeiðsmarkna:inum standa rívuliga langt frá hvørjum øðrum.
Fyrst og fremst so er FSF felagsskapurin hjá føroysku fótbóltsfeløgunum, og umvegis aðalfundin eru tað altíð hesi, sum suverent gera av, hvussu farast skal fram innan føroyskan fótbólt.
Hinvegin er FSF eisini partur av eini altjóða eind, sum í nógvar mátar er avgerandi fyri framdriftina innan føroyskan fótbólt. Tí ber sjálvandi ikki til uttan ví:ari at kveistra krøvini til viks, men heldur at leggja seg eftir - í so stóran mun sum gjørligt - at fáa atlitini til smáu eindirnar í føroyska fótbóltsheiminum við í pappírsarbeiðið hjá UEFA. Ein leiklutur og ein dialogur, sum eisini hevur givið úrslit í lagaligari viðferð. Heldur enn bastantu krøvini, sum ein afturlætin stø:a væl kundi havt við sær.
Við at hyggja at kravlistanum, sum framgongur a:rastaðni á síðuni, so sæst skjótt, at tað hevur eydnast FSF at fáa stóran part av krøvunum broytt til D-krøv. Altso krøv, sum kunnu verða sett feløgunum í framtíðini. Flestu av hesum eru krøv, sum er komin í fótbóltsheimin eftir hooliganismuna, Heysel- og Hillsborough-vanlukkurnar og eftirfylgjandi Taylor-frágrei:ingina, ið mest sum kollvelti enska fótbóltsheimin. Hvat viðvíkur fysiska infra-strukturinum, sum heilt greitt fyllir mest í kravfestingunum, so eru tey nógvu av hesum krøvum fullkomuliga yvirdimensionera: til føroyskan fótbólt. Og helst verða tey ongan tíð sett føroysku feløgunum.
 
Skapa menning
Eru UEFA-krøvini tung at fáast við, so skerst ikki burtur, at tey samstundis eru við til at skapa eina ítróttarliga menning í Føroyum.
Sjáldan er tvang besti hátturin at eggja fólki til ávís arbeiði. Men við at seta sum krav, at venjararnir í fremstu deildini hava ella eru í ferð við at taka góðkenda útbúgving, verður fakliga støðið á venjingunum alt annað líka hægri. Sjálvandi er ein góð útbúgving í sjálvum sær eingin trygd fyri góðari venjing, men tað gevur bæði nýggjum sum gomlum venjarum nøkur amboð at arbeiða við, og hesi eiga at koma til góðar í longdini. Ikki minst, tí kravið eisini umfatar eina munandi meira miðvísa ungdómsvenjing.Og sum eitt hóskandi kuriosum, so kann eisini leggjast afturat, at okkurt kravið longu hevur víst seg sum skilagott. Omanfyri í hesi grein er nevnt, at TB í fjør hevði undantaksloyvi at spæla á Sevmýri. Nú skal hetta ikki skiljast sum nakar kritikkur av siðvanda vøllinum hjá TB. Men hevði vøllurin staðið mát við nýggju ásetingarnar, so vóru metrarnir frá síðulinju og út til skiftiskýli altso fleiri í tali. Og so var eldur neyvan komin í minniliga fjúsið, tá B36 vitjaði hjá TB seinasta heyst!