Mánakvøldið fór ein teldupostur úr FSF-húsinum í Gundadali og út til formenninar í føroysku fótbóltsfeløgunum, har teir fingu soljóðandi innbjóðing: »FSF vil hervið bjóða formonnunum til fund í FSF-húsinum mánadagin 28. november kl. 17.00. Viðløgd er innbjóðing frá Christian Andreasen, FSF-forseta, umframt tvey skjøl, ið verða umrødd á fundinum.«
Í fyrsta umfari sær hetta stak hugnaligt út, og tað ger tað eisini, um vit ímynda okkum, at flestu formenninir fyrst hyggja at viðløgdu innbjóðingini frá FSF-forsetanum og beinanvegin fara niðast at hyggja: »Vit byrja við at fáa ein bita. Fundurin skal verða liðugur í seinasta lagi kl. 20.00.«
Veruleikin er tó ein heilt annar, tí hetta er so sanniliga ikki nakar hugnafundur, formenninir hava fingið innbjóðing til, men meira eitt slag av stóli fyri hurðina ella knívi á barkan, tí fundurin snýr seg fyrst og fremst – og næstan bara – um eina rúgvu av skrøppum krøvum, Fótbóltssambandið vegna UEFA fer at seta føroysku fótbóltsfeløgunum.
Hetta eru fyri tað nógva krøv, ið fáa alt, ið bara minnir um sjálvboðið arbeiði í feløgunum at síggja út sum eina sera fjara fortíð. Nú skulu skjalprógv á borðið, hvørja ferð tað allarminsta hendir innan felagsins veggir, og fyri fleiri av feløgunum fer tað helst at kennast sum at bróta upp úr nýggjum, nú tey næstan skulu hugsa meira um TAKS enn um fótbóltin.
Knívin á barkan
Tá Christian Andreasen tann 31. august í ár skrivaði sínar sokallaðu endaligu viðmerkingar til málið um EB/Streym, rundaði hann av við hálvavegna at hótta øll fótbóltsfeløgini kring landið við einum slagi av kollektivari revsing, tí komandi ár skuldu reglurnar verða munandi strangari, og nú gongur sjón fyri søgn.
Hann nevndi tá millum annað, at »um eitt fótbóltsfelag hevur negativan eginkapital, fer viðkomandi felag at missa stig í fremstu kappingini. Eisini skal upplýsast, at um tað til dømis verður avdúkað, at eitt felag ikki heldur seg til reglurnar í skattalógini, kann viðkomandi felag missa sítt luttøkuloyvi.«
Í veruleikanum er tað grovt undirdrivið, tá innbjóðingin í teldupostinum líkasum bara í fartinum nevnir »tvey skjøl, ið verða umrødd á fundinum,« tí annað teirra sigur, at feløg tvær ferðir um árið við váttan frá TAKS skulu prógva, at tey ikki hava gjaldkomna skuld mótvegis spælarum, venjarum ella øðrum starvsfólkum hjá feløgunum. Brot á hesar reglur verður revsað við trimum stigum!
FSF-forsetin sigur í síni innbjóðing, at »seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um fíggjarstøðuna hjá feløgunum, og kundi eg tí hugsa mær, at vit umrøða henda spurning, eisini við atliti til tær broytingar, sum verða gjørdar í loyvisskipanini og sum koma í gildi frá komandi kappingarári.«
Síðani vísir hann til ikki færri enn níggju krøv, sum fótbóltsfeløgini altso noyðast at yvirhalda til punkt og prikkar, og í nógvum av førunum verður skorið út í papp, hvør revsingin er, verða krøvini ikki hildin.
Kunnu missa stig
At feløg í 1. deild nú skulu lata roknskap inn eftir somu treytum sum feløg í Vodafonedeildini, kann illa skiljast sum annað, at farnir eru allir »glaðir amatørdagar« í føroyskum fótbólti, tí nú skal sjálvt Royn rekast eftir sama leisti sum Real Madrid – bara fyri at nevna tvey tilvildarlig feløg!
So eru eisini krøv í hópatali til feløgini í Vodafonedeildini, har eitt teirra er, at feløg, sum ikki hava positivan eginpening í innlatna ársroknskapinum, missa tey trý stig og verða sett undir umsiting, umframt at tey ikki fáa sáttmálar góðkendar fyri spælarar, sum koma úr øðrum feløgum. Og um feløg ikki brúka í minsta lagi 10 prosent av umsetninginum til ungdómsdeildina, kunnu tey fáa bót ella missa stig.
Somuleiðis verður sett feløgunum í Vodafonedeildini tað krav, at allar lønir og samsýningar til spælarar, venjarar og starvsfólk skulu rindast beinleiðis av felagnum. Eisini skulu allar lønir ella samsýningar bókast í roknskapinum og avroknast umvegis skattaskipanina.
Eitt annað krav til hesi feløg verður, at kassaroknskapur og eftirlit skal vera við atgongumerkjasøluni. Øll atgongumerki skulu forprentast í nummarrøð, so felagið skal kunna prógva, hvat er selt, umframt at óseldu atgongumerkini skulu goymast til grannskoðan. Brot á hetta kann revsast við bót ella við at missa upp til heili níggju stig!
Mong bakka út
Hetta var so nakað av tí, formenninir í feløgunum kunnu lesa uppá næstu tvær vikurnar, til teir hittast á fundi. Ikki er ringt at ímynda sær, at hetta kann verða ein fundur av tí slagnum, har fundarleiðslan minnir um læraran, ið stendur framman fyri óskikkiliga skúlaflokkinum – og kanska kann eisini nakað vera um tað!
Men eftir stendur, at verður alt tað til veruleika, sum sent er formonnunum, fara mong at aftra seg, ið annars gleðiliga vildu tikið eina hond í sum nevndarlimir ella ábyrgdarpersónar í feløgunum, tí her eru krøv og treytir, ið ganga langt út um tað, ið krevjast kann av »glaðum amatørum«.
Skulu sjálvt minstu fótbóltsfeløg rekast sum vanligar vinnufyritøkur, kann henda, at langt verður millum sjálvbodnu hendurnar, ið vilja hjálpa til. Kanska tíðin tá er komin til, at Fótbóltssambandið noyðist at fara undir nýggj skeið, ið skulu útbúgva nevndarlimir, tí annars verða skjótt eingi stig eftir á stigatalvuni…
MYNDATEKSTUR (Fotboltsf.jpg):
KNÍVIN Á BARKAN
Føroysku fótbóltsfeløgini fáa nú knívin á barkan, tí krøvini um fíggjarliga fyrisiting, atgongumerkjasølu, lønir og annað eru so mikið stór, at verða tey ikki hildin, kann tað í fleiri førum merkja kontanta avrokning á sjálvari stigatalvuni
Savnsmynd: Álvur Haraldsen










