Hósdagurin var ein søguligur dagur hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Ja, tað var ein stórhending í føroyska fíggjarheiminum.
Størsta umskipan í Føroyum nakrantíð gjørdist veruleiki, tá ið umboðsráðið í felagnum einmælt samtykti at broyta Tryggingarfelagið frá at vera eitt sínaámillumfelag til at fáa nýggjan holdingbygnað.
Hetta ger, at Tryggingarfelagið Føroyar nú verður lutvíst leyst av teimum avmarkingum, sum tað hevur havt hangandi yvir sær í lógini um tryggingarvirksemi, og kann fara undir heilt nýtt virksemi.
? Vit eru eitt sera sterkt felag fíggjarliga. Skulu vit virka á besta hátt, so er tað neyðugt við víðari karmum, og tað fáa vit við hesi umskipan, sigur Gunnar í Liða, stjóri
Ger seg leyst av bindingum
Nýggi bygnaðurin í Tryggingarfelagnum Føroyar er nú tann, at Ognarfelagið Tryggingartakarana eigur Tryggingarfelagið Føroyar Holding P/F. Hetta felag umsitir allar ognirnar hjá Tryggingarfelagnum og er bara bundið av vanligu partafelagslógini.
Tað verður síðani dóttirfelagið Tryggingarfelagið Føroyar P/F, sum framyvir skal reka tryggingarvirksemið, og Holdingfelagið hevur skotið 300 milliónir krónur inn sum eginpeing í dóttirfelagnum. Felagið, sum skal reka tryggingarpartin, verður eisini framyvir bundið av lógini um tryggingarvirksemi.
900 milliónir til nýggjar íløgur
Við samlaðum eginpeningini upp á meira enn 1,2 milliónir krónur er skjótt at rokna út, at einar 900 milliónir liggja eftir í Holdingfelagnum, sum kunnu brúkast til at gera nýggjar íløgur fyri, og tað ætlar Tryggingarfelagið at gera.
? Enn kann eg einki siga um, hvat vit ætla okkum at gera. Tryggingarfelagið hevur verið eitt konservativt felag, og tað verða vit eisini framyvir. Fara vit undir nýggjar vinnur, so verður tað við umhugsni og varsemi, sigur Gunnar í Liða, sum er stjóri í bæði Holdingfelagnum og í Tryggingarfelagnum.
Fara tit undir bankavirksemi?
? Tú kanst hugsa, hvat sum helst, men eg sigi einki, fyrr enn tíðin er búgvin til tað.
Tryggingartakarar somu ávirkan
Tryggingartakararnir skulu eisini framyvir velja umboðsráðið fyri Tryggingarfelagið, og tí varðveita teir somu ávirkan, sum teir hava havt higartil.
Umboðsráðið velir so eina nevnd fyri Tryggingarfelagið Føroyar Holding P/F, og hendan nevndin er tann sama, sum hevur verið fyri Tryggingarfelagið. Formaður fyri nevndini er Trúgvi Guttesen.
Gunnar í Liða er stjóri í bæði Holdingfelagnum og felagnum, sum rekur tryggingarvirksemið.











