Rógvi Jacobsen og liðfelagarnir spældu mánakvøldið dyst ímóti Fjølni, og aftur hesaferð mátti KR lúta. Dysturin endaði við 1-0 til Fjølni. Dysturin var spældur innandura í Egilshøllini. Rógvi Jacobsen spældi í álopinum hjá KR í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út. KR spælir næsta dystin um vikuskiftið, hann verður ímóti Grindavík.