KR tapti

Rógvi Jacobsen spældi í 78 minuttir í álopinum hjá KR, sum um vikuskiftið tapti 1-0 ímóti Vikingi í eini steypakapping.

Hetta var fyrsta tapið hjá KR í ár, og heimasíðan hjá felagnum harmast um tapið. Skrivað verður, at KR átti at fingið betur úrslit, sum dysturin lagaði seg. Einasta málið í dystinum kom eftir at Rógvi Jacobsen var farin út, tí Víkingur skoraði sjey minuttir fyri leiklok.