Krúnprinsurin komin til skaða

Fríðrikur krúnprinsur er komin til skaða og skal ganga við einum hálskraga næstu tólv vikurnar eftir, at hann var óheppin á eini trampolin. Tað boðar kongshúsið frá í tíðindaskrivi í dag.


Krúnprinsurin fekk eitt beinbrot í geislarøðini, tá hann skuldi hoppa á eini trampolin í eini fimleikahøll.


Brotið krevur, at krúnprinsurin gongur við einum hálskraga í tólv vikur, meðan hann kemur fyri seg aftur, skrivar kongshúsið.


Krúnprinsurin skuldi eftir ætlan luttaka á eini almennari móttøku fyri donsku íðkararnar í Olympisku leikunum, men hevur hann nú meldað avboð.


- Eg eri keddur av, at eg ikki kann luttaka á móttøkuni í dag. Eg vóni at luttakararnir fáa ein góðan dag á Christiansborg, sigur krúnprinsurin sambært tíðindaskrivinum.