Krúnprinsessan hugtikin av Dómkirkjuni

Stutt fyri døgurða mánadagin vitjaði krúnprinsaparið Dómkirkjuna ella Havnar Kirkju, sum havnarfólk framvegis rópa hana. Mary Krúnprinsessa tóktist rættuliga hugtikin av gomlu krikjuni.

Tað var Bjarni Bech, dómpróstur, ið tók ímóti í kirkjuni saman við Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Bjarni Bech vísti krúnprinsaparinum runt í kirkjuni og greiddi frá søguni hjá kirkjuni.

Krúnprinsessan spurdi nógv
Fredrik Krúnprinsur hevur vitjað fleiri ferðir í Føroyum áður, og hann kennir nógv til føroyska søgu og siðvenju. Tí hevði Bjarni Bech valt fyrst og fremst at greiða krúnprinsessuni frá søguni hjá Dómkirkjuni og annars um føroyska kirkjusøgu og kirkjusiðir.
Mary Krúnprinsessa tóktist eisini rættuliga áhugað í søguni hjá kirkjuni, og hon spurdi nógv um ymiskt. Bjarni Bech greiddi eitt nú frá um siðinum við olmussum, og somuleiðis greiddi hann frá um altartalvuna hjá kirkjuni, og hvussu hon var endað í Dómkirkjuni.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, var við í fylginum, og sum tann søgukøni maður hann er, skoytti hann eisini viðhvørt uppí, tá ið dómprósturin greiddi frá.