Astrid og Jógvan hava øll 65 árini búð í Gerðum, og tey búgva framvegis í húsunum á horninum Gerðagøtu/Heygavegi. Har høvdu tey í síni tíð fjós og millumbygning millum fjósið og sethúsini, har súrhoyggjabrunnar vóru. Nú búgva dótturin Henny og hennara familja í fjósinum, sum er innrættað til hugnaliga íbúð, og millumbygningurin verður nýttur undir taki at ferðast ímillum tey bæði heimini. At tey hava dóttrina undir sama taki, sum tey sjálvi búgva, eru Astrid og Jógvan ovurfegin og takksom fyri.
Astrid og Jógvan eru bæði fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon á Gørðum og hann í Gerðum. Bæði eru úr stórum systkinaflokki. Nú verður so nógv tosað um samanleggingar og fusiónir. Tá ið Astrid og Jógvan gingu saman í hjúnarlag mundi talan vera um eina tað størstu familjuligu samanrenningina nakrantíð í Klaksvík. Astrid og tey vóru átta systkin, sum øll hava búð í Klaksvík, og Jógvan og tey vóru níggju systkin, sum øll uttan eitt hava búð í Klaksvík.
Foreldrini hjá Astrid vóru Gidda og Jens Christian Simonsen ella Jens Christian í Toft, sum hann varð nevndur. Tað komst av, at familjan var úr Toft á Uppsølum. Navnið flutti við, tá ið tey seinni fluttu út í Víkarnar. Gidda var ættað av Gørðum dóttur Hanus á Gørðum, sum setti seg í trøð, ið hann fekk loyvi at leggja inn av festinum á Biskupsstøð. Húsini stóðu tætt omanfyri garðarnar, og tí varð sagt, at hann hevði bygt á Gørðum, sum síðani hevur verið navnið á býlinginum.
Gidda og Jens Christian bygdu á Gørðum. Børnini hjá teimum vóru Símun (1913), Ebbemia Holm-Jacobsen (1914), Hanus (1916), Astrid (1919), John og Jógvan (1924), Hildibjarta Jacobsen (1926) og Ruth á Lakjuni (1929). Ebbemia búði umframt í Klaksvík eisini í Kollafirði og í Havn. Ruth býr nú í Fuglafirði. Eftir á lívi eru Astrid, John, Hildibjarta og Ruth.
Foreldrini hjá Jógvani vóru Malvina fødd Steffensen og ættað úr Árnafirði og Jacob Joensen, nevndur Jakku á Geilini. Børnini hjá teimum vóru Jógvan (1916), Jacob (1919), Solborg Joensen (1920), Absalon (1922), John (1923), Erland (1926), Benjamin (1927), Karla Danielsen (1930) og William (1931). Solborg býr í Leirvík. Hini búsettust øll í Klaksvík. John flutti seinni til Havnar, og Willi flutti seinni til Hirtshals. Absalon og Erland eru ikki á lívi longur.
Jógvan hevur verið bóndi, og harumframt hevur hann arbeitt nógv við gravkúm og brøytum, gróti og dynamitti. Astrid hevur verið við hús og fjálga um mann og børn og øll tey, sum hava vitjað. Tey bæði eru sannur partur av býarmyndini. Tá ið tiltøk verða fyriskipað, um tey eru fyri eldri ella meiri almenn, so luttaka tey, og tá ið tað ber til, ber Jógvan eitt uppmuntrandi orð fram. At heilsan framvegis er góð kemur øðrum til góða á tann hátt, at tey hugsa um tey veiku og avmarkaðu.
Astrid og Jógvan hava báðum dámað væl at sungið. Tað kemur framvegis fyri, at plátan við Astrid verður spæld, sum varð tikin upp í Keypmannahavn í 1946. Hon sang Kom sæla stund. Tað var á sangferðini niðri í 1946, at áhugin hjá Jógvani fyri at taka upp rættuliga kveiktist. Eitt sindur seinni keyptu teir upptøkutól, og ein rúgva av plátum vórðu upptiknar.
At tað eru mong kring landið, sum framvegis seta prís upp á upptøkurnar hjá Jógvani, varð eitt nú staðfest, tá ið Jógvan 26. august varð 90 ár, og tjørnuvíkingar møttu upp at fagna honum við Kingo sangi. Teir hava ikki gloymt, at Jógvan fyri meiri enn hálvari øld síðani tók Kingo sang í Tjørnuvík upp á plátu.
Í Betesda hava hesi bæði fryntligu og fyrikomandi hjúnini verið trúgv alla sína tíð. Har halda tey í kvøld klokkan 6 krúndiamantbrúdleypið saman við børnunum Jákup (1942), Jens Christian (1945), Øssur (1948) og Henny (1952) og fyri øllum teimum, sum hava hug at vera saman við teimum.
J